Kinesiska tíðindastovan Xinhua endurgevur her landsliðsvenjara Yaho Zhengjie fyri at siga at tað er ‘mission impossible’ hjá Kina at vinna 5 gullheiðursmerki sum á seinasta HM.
(Sun Yang og Pál á HM í Shanghai í 2011)
“Tað verður ógvuliga trupult hjá okkum at vinna fimm meistaraheiti sum vit gjørdu seinast í Barcelona, tí besti svimjari okkara Sun Yang er enn ikki á toppstøði”, skal Yao Zhengjie hava sagt nú aftaná at kinesiska meistarastevnan endaði.
Sun Yang vann í Barcelona gull í 200, 400, 800 og 1500 frí. Men nú Baoji svam hann bara 1:45.75 í 200 frí, í mun til at týski Paul Biedermann á týsku meistarastevnuni svam 1:45.60, meðan hansara 3:44.53 er bara fjórskjótasta tíð í heiminum í ár, og hansara 15:00.73 í 1500 frí tann sættskjótasta.
Kinesarar vænta at 18 ára gamli Mark Horton úr Avstralia verður størsta hóttanin á 1500 metrum í Kazan. Her haldi eg at man má rokna í øllum førum italska Gregorio Paltrinieri uppí, og kanadiska Ryan Cochrane, og vónandi okkara Pál Joensen.