Skotska meistarstevnan fyri masters á stuttgeil er nú í vikuskiftinum í Glasgow, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Tað er Havnar Svimjifelag sum í ár hevur valt at skipa fyri einum túri til Skotlands, heldur enn sum undanfarin ár til Íslands.
(Jon og Eyðun við heiðursmerkjum í Glasgow. Leivur Michelsen eigur myndina)
Og tað gongur upp á stás. Stevnan byrjaði í gjár og heldur áfram í dag, og hóast føroysku svimjararnir ikki meira enn náddu fram til fyrstu kappingar, so hava vit longu vunnið eitt gullheiðursmerki, eitt úr silvuri og eitt úr bronsu.
Jon Hestoy legði út við at vinna bronsu í 50 firvald fyri menn 55-59 ár, við óføru tíðin 32.98, bara 16 hundraðpartar aftanfyri silvurið.
Og síðani vann aldursforsetin Eyðun Bærentsen gull í 100 frí fyri menn 65-69 ár, við 1:25.23 og greiðum sigri á Bert Philip frá Silver City, sum svam 1:28.49.
Onnur úrslit í 100 frí vóru Erling Eidesgaard 1:11.52 og nr 8 í bólkinum 40-44 ár, Eyðun Húsgarð, Erlendur Simonsen og Sámal Olsen ávikavíst nr 9, 10 og 11 við 1:11.36, 1:16.08 og 1:18.87 í bólkinum 50-54 ár, og Leivur Michelsen 1:35.30 og nr 10 í bólkinum 55-59 ár.
(Erling og Erlendur kjakast um eitthvørt í Tollcross høllini. Erling Eidesgaard eigur myndina)
Síðani svam Erlendur Simonsen seg við 1:39.04 til eitt 9. pláss í 100 bringu fyri menn 50-54 ár, og Jens Mikkelsen seg til eitt 5. pláss við tíðii 1:52.92 í bólkinum 55-59 ár.
Jon Hestoy varð nr 4 í 200 blandað fyri menn 55-59 ár, við tíðini 3:03.69.
Og at enda vunnu Føroyar silvur í 4×50 frí liðsvimjing fyri menn og kvinnur 240-279 ár. Altso har man telur aldurin saman á øllum luttakarunum. Vit vita ikki hvørjir luttakararnir vóru, men vildi eg giti at Eyðun Bærentsen hevði ein fingur við í spælinum.
(Føroyska liðið á gøtuni í Glasgow. Eyðun Bærentsen og Erling Eidesgaard vænta á myndini. Erling Eidesgaard eigur myndina)
Úrslit frá stevnuni verða løgd út her á swimscotland.co.uk.