Kunning vegna Svimjisamband Føroya
Næsta ár fer evropeiska svimjisambandið LEN at broyta sín junioraldur, frá at vera gentur 15-16 ár og dreingir 17-18 ár við ársenda, til at vera gentur 14-17 ár og dreingir 15-18 ár. Hetta er sami junioraldur sum FINA longu brúkar, og fáa vit sostatt tá somu aldursavmarking til evropeisku juniormeistarastevnuna EJM, sum til alheims juniormeistarastevnuna HJM.
Gentur fara sostatt at kunna vera ‘veruligir’ juniorar í evropeiskum høpi bæði eitt ár fyrri og seinni, og dreingir tvey ár fyrri. Umframt at forskjótilsið millum nær gentur og dreingir minkar við einum ári, til nær tey sleppa til (og vaksa frá) EJM.
Í Føroyum hava vit brúkt junioraldurin hjá LEN sum ovasta mark fyri hvussu leingi at svimjarar sleppa at kalla seg fyri juniorar, og harvið luttaka á JuniorMeistarstevnuni og seta føroysk juniormet. Vit hava ikki havt eitt niðasta aldursmark fyri hvør sum kann luttaka á JM og seta føroysk juniormet, og tí er tað at vit koma í støður sum tá ið t.d. Sára R. Nysted og Vár E. Eidesgaard seta føroysk juniormet uttan fyri tað at kunna luttaka á EJM.
Í norðurlendskum høpi hava vit brúkt aldursbýtið hjá LEN, tó við tí lítla ‘twist’ at norðurlendska juniormeistarastevnan NJM sum liggur í desember er fyri teir aldursbólkar sum hava aldur til næstkomandi EJM. Tað vil siga, at teir í veruleikanum eru forskotnir eitt ár niðureftir. Tankagongdin er so vítt eg veit, at NJM er partur av fyrireikingini til næstkomandi EJM.
Á fundi í Reykjavík nú í januar komu norðurlendsku ‘sportsjefarnir’ við einum tilmæli, at norðurlendska svimjisambandið NSF nú á aðalfundi í Bergen í mai mánaða skal samtykkja at skifta til sama aldursbýti sum LEN nú skiftir til hin 1. januar 2016. Tað vil væl siga við hasum forskjótilsinum á einum ári niðureftir til NJM, so leingi sum NJM liggur í desember mánaða.
Danir kunngjørdu so her í vikuni eitt nýtt aldursbýti í Danmark, sum fer at minna um tað hjá LEN og FINA, tó undantikið tað yngsta árið. Tey fara at skifta til at juniorar eru gentur 15-17 ár og dreingir 16-18 ár, og innføra so éin aldursbólk kallaður “Årgang” sum er gentur 12-14 ár og dreingir 13-15 ár, og kalla síðani alt sum er yngri enn tað fyri “Børn”.
Junioraldur í FINA, LEN, NSF, Danmark og Føroyum
Gentur 2015 | Dreingir 2015 | Gentur 2016 | Dreingir 2016 | |
FINA | 14-17 ár | 15-18 ár | 14-17 ár | 15-18 ár |
LEN | 15-16 ár | 17-18 ár | 14-17 ár | 15-18 ár |
NSF | 14-15 ár | 16-17 ár | 13-16 ár | 14-17 ár |
DEN | 15-16 ár | 17-18 ár | 15-17 ár | 16-18 ár |
FAR | 15-16 ár | 17-18 ár | ? | ? |
Stóri spurningurin er so nú, hvat vit í Føroyum fara at gera. Starvsnevnd SSF hevur regluliga umrøðt verandi aldursbólkar, og haldi eg meg kunna siga vegna okkum øll at verandi skipan er óhaldbær.
Hetta millum annað tí at (og her kemur mín kepp-hestur …) at tað er ov trupult hjá meinigum fólki at finna útav, hvat barn nú er í til dømis bólki 2 hjá gentum. Samstundis sum vit í praksis forskjóta bólkarnar aftur, so at tað ikki bara er bólkur 2 sum svimur t.d. leygardag seinnapart, men so gott sum konsekvent ‘bólkur 2 hjá gentum og bólkur 3 hjá dreingjum’, sum er hin svimjinørduti mátin at t.d. í ár siga ‘gentur og dreingir fødd í 2003 og 2004’.
Í altjóða høpi er tað nokk meira enn fyrimunur enn ein vansi fyri okkum, at aldursavmarkingarnar til EJM og NJM fara at umfata fleiri árgangir. Hetta tí at árgangirnir hjá okkum (tíverri) umfata so mikið fáat svimjarar, av hóparnir til EJM og NJM eftir røttum eru í so fáir svimjarar í mun til leiðarar. Og hvussu ofta hava vit ikki hoyrt hin setningin, at hendan ella handan ‘hevur klárað kravtíð til EJM, men er ov ung’.
Starvsnevnd SSF hevur ikki nakrar konkretar ætlanir beint nú, at broyta aldursbólkingina hjá okkum. Men tað liggur nokk í kortunum, at okkurt má gerast.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu