Komandi vikuskifti verður Meistarastevnan fyri Ung fyriskipað í Klaksvíkar Svimjihøll, við luttøku av okkara frægastu svimjarum undir junioraldur. Viðfesta innbjóðing varð send feløgunum hin 7. apríl. Gevið gætur at vit kappast ikki fríggjadag 1. mai, men ‘bara’ leygardagin og sunnudagin.