Tær fýra Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jonna Bjartalíð Thomsen og Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir setti í kvøld risa nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið tær í finaluni á FøroyaMeistarastevnuni 2015 svumu teinin uppá 4:18.66.
Hetta var betring av metinum á heili 6.77 sekund, í mun til metið hjá Biritu Debes, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð og Ceciliu Wigant Eysturdal úr Ægir frá FM 2013.
Og hetta var eisini 4.26 sekund skjótari enn landsliðsmetið á 4:22.92, sum Birita Debes, Malan Vitalis Bærendsen, Bjørg Seloy og Shaila millum Garðarnar settu tá ið tær vunnu greitt gull á á Oyggjaleikum á Álandi í 2009 .
Splitt-tíðirnar hjá teimum fýra í kvøld vóru Signhild 1:04.46, Ásbjørg 1:12.73, Jonna 1:03.08 og Cecilia 58.39.