Úrslit frá FM og JM 2015

Árliga FøroyaMeistarastevnan í svimjing varð avgreidd um vikuskiftið, við JuniorMeistarastevnu í innleiðandi riðlunum um morgunin. Og tað gekk enn einaferð uppá stáss, har kappingin sum heild var á methøgum støði, har tað tilsamans vórðu sett 5 føroysk met og 5 føroysk juniormet.



Endaliga støðan í heiðursmerkjastríðnum varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flest gullmerki á FøroyaMeistarastevnuni, meðan Havnar Svimjifelag vann mest á JuniorMeistarastevnuni.

Heiðursmerkjabýti FM 2015

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 24 7 6
Ægir 11 9 8
HS 7 26 23
Reysti 0 0 4
FLOT 0 0 0
FS 0 0 0

Heiðursmerkjabýti JM 2015

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 18 20 20
SuSvim 12 10 10
Ægir 9 5 2
Reysti 1 5 5
FLOT 0 0 1
FS 0 0 0

Føroysk met á FM/JM 2015

Hartil settu Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jonna B. Thomsen og Cecilia Eysturdal úr Ægir við tíðini 4:18.66 stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing.

Juniormet á FM/JM 2015

Methøgt støði

Sum lýst í hesi greinini, so krevur tað meira og meira av føroysku svimjarunum, at vinna gull á FøroyaMeistarastevnu. Strikumyndin gongur aftur til FM 2004, og vísir hvussu støðið hækkar nógv um vit fastlæsa FINA stigini til tey sum vóru galdandi í 2009, og minni um vit brúka FINA stigini sama ár sum viðkomandi FM.

FINA stigini herðast jú eisini so hvørt sum heimsstøðið verður betri, og síggja vit tó at føroysk svimjing otar seg nærri og nærr at heimsstøðinum.

Ársins svimjarar og stjørnuskot

Sum nakað nýtt so varð dómarapanelið í ár víðkað frá at vera høvuðsvenjarar í føroysku svimjifeløgunum, til eisini at umfata eina atkvøðu frá svimjarunum í hvørjum felag, og frá miðlunum sum vóru til staðar.

  • Ársins svimjarar vóru Sára Ryggshamar Nysted og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Ársins stjørnuskot vóru Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag

Besta avrik á FM 2015

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag stóð fyri besta avrik á FM 2015, tá ið hann í 1500 frí svam teinin uppá 14:58.15. Hendan tíð gevur 847 FINA stig sambært galdandi stigatalvu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.