Næstu Evropeisku Leikir verða í Niðurlondum í 2019

Evropeiska olympiska nevndin EOC avgjørdi á fundi í Belek í Turkalandi nú 16. mai 2015, at lata næstu Evropeisku Leikir til Niðurlond í 2019. Niðurlendingar vóru teir einastu sum bjóðaðu uppá leikirnar, eftir øllum at døma við einum ávísum fyrivarni, vegna væntaðu útreiðslurnar á 125 milliónir evrur.



Fyrstu Evropeisku Leikir nú í Baku hava eina skerda skrá, við tað at frælsur ítróttur so gott sum ikki møtir, og við tað at svimjingin er avmarkað til evropeisku juniormeistarastevnuna. Men EOC forsetin Paul Hickey lovar at næstu ferð verður betur, við nógv størri tiltaki innan frælsum ítrótti, og innan svimjing.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.