Magnus Jákupsson svam seg í dag til bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2015, tá ið tey í finaluumfarinum avgreiddu 3 ferðir 50 metra ‘útskiljing’ í greinini.
Fyrst svumu teir 8 í finaluni, har 3 teir spakuligastu síðani vóru tiknir úr kappingini. Magnus var tá skjótastur av øllum, við tíðini 25.77 frammanfyri turkiska Baslakov á 25.97 og norska Solli á 26.51.
Tríggjar minuttir seinni svumu teir so aftur 50 metra ryggsvimjing kapp, har bretski Marco Loughran var skjótastur við 26.98, Magnus var nr 2 við 27.19, og norski Solli var nr 3 við 27.31.
Tveir teir spakuligastu vóru tiknir úr kappingini, so at tað bara vóru hesir tríggir sum so kappaðust um heiðursmerki í síðsta finaluumfari, aftur 3 minuttir aftaná næstseinasta umfar.
Og tá var so norski Lavrans Solli skjótast við 26.29, bretski Marco Loughran næstskjótast við 27.36, og danski Magnus Jákupsson triðskjótast við 28.39.