Pál Joensen royndi seg í dag í finalu eisini í 200 metra bringusvimjing, á Bergen Swim Festival 2015, aftaná í innleiðandi riðlunum í eini og somu kapping at hava sett føroyskt met í bæði 50, 100 og 200 metra bringusvimjing. Men nú var annaðhvørt uppi hjá Páli, ella var kappingin bara so mikið í heimsklassa innan bringusvimjing, at har einki var at gera.
Teir báðu fremstu kappaðust nevniliga niður ímóti heimsmetinum og/ella evropeiska metinum í 200 metra bringusvimjing, sum er ávíkavist japanski Akihiro Yamaguchi 2:07.01, og ungarski Daniel Gyurta 2:07.23. Nýggja føroyska metið hjá Páli er til samanberingar 2:21.71.
Týski Marco Koch sá leingi út til at vinna, við eini greiðari føring aftaná fyrstu 100 metrarnar. Men so otaði evropamethavarin Gyurta seg nærri og nærri, til at vinna við einum góðum tíggjundaparti, 2:08.58 í mun til Koch á 2:08.69.
Pál kom inn sum nummar 7 við tíðini 2:22.18, eitt gott sekund frammanfyri lítlabeiggja Gyurta, Gergely, sum svam 2:23.44.