Føroyskir svimjarar til Mare Nostrum 2015

Eitt ferðalið fór í morgun úr Vágum til Barcelona, at venja og luttaka á Mare Nostrum stevnunum fyrst í Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, og síðani í Barcelona. Hartil kemur Pál Joensen, sum millum annað í Canet skal kappast ímóti kanadiska Ryan Cochrane í 1500 frí, við næstbestu tíð av øllum.



Úr Føroyum eru tey Ásbjørg og Alvi Hjelm úr Ægir, Astrið Foldarskarð og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, og Rui Magalhaes høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Hartil er sum nevnt Pál Joensen, sum ferðast við sínum liðfelagum av NTC í Keypmannahavn.

Tað er Svimjisamband Føroya sum skipar fyri ferðini, við fíggjarligum stuðli til Pál Joensen og Óla Mortensen burturav úrvalspeninginum fyri í ár, og stuðli til restina úr puljuni til altjóða kapping frá Løgtinginum umvegis Ítróttasamband Føroya. Hartil fíggjar Svimjisambandið sjálvt tann størra partin av luttøkuni.

Svimjararnir fáa eina veruliga avbjóðing á kappingunum í Canet og Barcelona, og Pál síðani eisini í Monaco.

Mare Nostrum stevnurnar eru ikki altjóða meistarastevnur á linju við til dømis EM og HM, men liggja so mikið væl fyri í kalendaranum, og eru so mikið væl fyriskipaðar av lokalum kreftum har í økinum, at tær eru vaksnar til at hava støði á hædd við World Cup stevnurnar um heystið, har toppsvimjarar úr øllum heiminum fylkjast at kappast ímóti hvørjum øðrum, uttanfyri stóru altjóða meistarastevnurnar sum eru í juli/august og desember.

Danska TV2 hevur seinastu árini fingið eyguni upp fyri svimjing, og sendir tí eisini beinleiðis frá A-finalunum á Mare Nostrum stevnunum í ár. Tað burdi givið ein kjans at sæð í øllum førum Pál í sjónvarpinum.

Skrá
(allar tíðir eru føroysk tíð)

Mare Nostrum í Canet 6. og 7. juni

  • Innleiðandi riðlar frá kl 08:00
  • B-finalur frá kl 15:00
  • A-finalur frá kl 17:00
  • TV2/Sport sendir frá kl 15:55

Mare Nostrum í Barcelona 10. og 11. juni

  • Innleiðandi riðlar frá kl 07:30
  • Finalur frá kl 15:00
  • TV2/Sport sendir frá kl 15:55

Startlistin til Mare Nostrum stevnuna í Canet er viðfestur. Liðið til Mare Nostrum varð valt út eftir tí rættiliga einfalda leisti, at hesi 6 vóru tey vaksnu hjá okkum sum høvdu klárað kravtíð til stevnurnar, sum ásettar av fyriskiparunum har suðuri.

Út yvir kappingina, so er tað sjálvsagt hugaligt hjá svimjarunum og góð fyrireiking til avbjóðingarnar í summar, at kunna venja á langgeil í vælsagtans betri veðri har suðuri við Miðjarðahavið í eina góða viku ella so. Øll 6 fara at umboða Føroyar á Oyggjaleikum.

Viðkomandi leinki

marenostrumswimming.com
sjónvarpsskrá hjá TV2
live timing frá Canet
ymiskt frá natacio.cat viðv. Barcelona

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.