Aftur í morgun royndu føroyskir svimjarar seg á Mare Nostrum 2015, tá ið næsti partur av innleiðandi riðlum var avgreiddur á stevnuni í Barcelona. Astrið Foldarskarð og Eyðbjørn Joensen settu persónlig met í ávikavíst 100 og 50 metra frísvimjing, og Pál Joensen skal royna seg í finaluni seinnapartin.
Ói Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam 800 metra frísvimjing uppá 8:25.44, sum rakk til eitt 12. pláss av teimum 15 sum luttóku í morgun, og mest sannlíkt eitt 20. pláss tá ið teir skjótastu 8 íroknað Pál Joensen hava roynt seg í skjótasta riðli, seinnapartin. Besta tíð hjá Óla er 8:13.75 frá Mare Nostrum í Canet í fjør.
Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam 50 metra bringusvimjing uppá 31.87 sekund, sum takk til eitt 53. pláss av 57 luttakandi. Besta tíð hjá honum er 31.48 frá Danish Open í mars mánaða.
Alvi Hjelm úr Ægir svam 400 metra blandað uppá 4:47.72, sum rakk til eitt 23. pláss av 24 luttakandi. Besta tíð hjá honum er 4:36.22 frá Danish Open í mars mánaða.
Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag svam 100 metra frísvimjing uppá 1:01.17, sum rakk til eitt 64. pláss av 75 luttakandi. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 1:01.45 frá Danish Open í mars mánaða.
Ásbjørg Hjelm úr Ægir svam 100 metra frísvimjing uppá 1:18.50, sum rakk til eitt 50. pláss av 54 luttakandi. Hon eigur føroyska metið á 1:15.77, frá Reykjavík International í januar mánaða.
Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam 50 metra frísvimjing uppá 25.01 sekund, sum rakk til eitt 59. pláss av 66 luttakandi. Besta tíð hjá honum var 25.12 áðrenn hetta, frá EJM í Poznan í 2013.
Seinnapartin skal Pál Joensen so royna seg í 800 metra frísvimjing, har hann við tilmeldingartíðini 7:48.49 er styrkismettur sum nummar 2 aftanfyri kanadiska Ryan Cochrane á 7:48.49.