So er tað Baku

Fimm føroyskir svimjarar, ein venjari og 2 leiðarar fóru úr dag úr Vágum við kós ímóti Baku í Aserbadjan, at luttaka á fyrstu Evropeisku Leikum.



Hesir European Games eru nýtt tiltak ið evropeiska olympiska nevndin EOC skipar fyri, sum eitt slag av OL fyri Evropa, á sama hátt sum til dømis Asian Games eru fyri Asia.

Teir fimm føroysku svimjararnir eru Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, Maria Antoft og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag, umframt Ásbjørg Hjelm og Signhild Joensen úr Ægir.

Afturat teimum er Petur Heðin á Fløtti venjari, Anni á Hædd liðleiðari og Rókur í Jákupsstovu formaður í Svimjisambandi Føroya.

Og hartil fór føroyski yvirdómarin Dan Hjelm eitt sindur fyrr enn restina av liðnum til Baku, at vera partur av dómaraliðnum har.

Tað hevur sum kunnugt verið ein rættiliga striltin tilgongd hjá føroysku svimjarum at yvirhøvur sleppa at luttaka á hesum leikum, við tað at Føroyar ikki hava olympiskan limaskap.

Men við tað stevnan eisini er Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing, sum evropeiska svimjisambandið LEN skipar fyri, so eiga Føroyar sum fullgyldugur limur í LEN at kunna luttaka.

Neyðsemjan varð at føroysku svimjararnir luttaka undir LEN-flaggi á Evropeisku Leikum, í staðin fyri Merkinum. Í EOC-høpi verða úrslitini skrásett sum LEN, meðan tey hjá LEN verða skrásett sum føroysk.

Í dag gekk ferðin niður til Keypmannahavnar, við fyrsta stopp í Kastrup Svømmehal, har svimjararnir fingu vant við góðari vælvild frá svimjifelagnum Kvik Kastrup.

Síðani gekk leiðin inn á Copenhagen Island, og ein túr í Fisketorvet at eta.

Nú aftaná ein lítlan fund um tað sum frammanfyri liggur, er tíð at tørna inn og hvíla upp undir longu ferðina til Aserbadjan í morgin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.