Fyrsti dagur í Baku

So er fyrsta døgnið farið afturum her í Baku, og alt stendur væl til. Busstúrurin til svimjistadion er rættiliga drúgvur; men akkurát tað er líka fyri allar svimjarar, við tað at allir íðkarar búgva í Athlete’s Village.



Fyrsti dagur í Baku byrjaði við at ferðaleiðari Anni á Hædd og undirritaði fóru á ‘vælkomstfund’ við fyriskipararnar her í Baku kl 9 um morgunin. Tað gekk skjótt og lætt, og umfataði mest formalia sum at tey skuldu góðkenna okkara draktir, og at vit skuldu fáa tilfar um venjingartíðir og tílíkt.

Men so var tað tað at vit skuldu á tekniskan fund fyri svimjistevnuna klokkan 12:00, úti í kappingarhøllini sum er 45 minuttir í bussi burturi. Og áðrenn tað skuldu vit hava vitjan av fólki sum saman við okkum skuldu kanna at alt var sum tað átti at vera í íbúðini.

Tað bleiv eitt sindur roksut, tí at tey ikki høvdu lyklar til kømrini sum svimjararnir høvdu stongt, tí at teir vóru farnir við Petur Heðini út í høllina. So tað varð bara hálvt, og Anni og Rókur fingu skund at náa út í høllina. Vit endaðu við at taka ein taxa frá serligu taxatænastuni sum tey hava her í sambandi við leikirnar.

Tað var ikki meira enn akkurát at vit náddu á tekniskan fund, men so var tað upp á pláss. Á tekniska fundinum var eisini Petur Heðin, sum kundi fortelja okkum at svimjararnir høvdu ikki fingið stórt meira enn 20 minuttir í hylinum, áðrenn venjingartíðin var av fyri tann morgunin.

So tað var eitt sindur sum tað kann blíva, tá ið man ikki enn kennir skipanina á staðnum. Vit kundu nú lesa úr tilfarinum sum vit fingu á vælkomstfundinum, at venjingin byrjaði rættiliga tíðliga aftur seinnapartin. Og planurin bleiv tí at Petur Heðin varð verandi úti á stadion, meðan restin fór heim í Athlete’s Vilage aftur.

Klokkan gott 16 fóru undirritaði og svimjararnir út aftur í stadion, tey at venja undir leiðslu av Petur Heðini, og eg at hyggja meg um. Svimjihøllin er sum alt annað her ógvuliga stórfingin, við góðum detaljum sum til dømis eina rúgvu av áskoðaraplássum til fólki í rullustóli, og serligum venjingarhøli til ‘turr-kaving’.

Svimjararnir høvdu eina góða seinnapartsvenjing, har Marius sum langteinari svam sínar metrar, meðan genturnar fyrireikaðu seg til teir stytru teinarnar. Signhild og Maria brúktu hartil eina góða løtu uppá at spæla við nýggja ryggstartsbjálkan, til at vita um tað var nakað sum tær vilja brúka í kapping nú um nakrar dagar.

Afturkomin var dagurin longu so mikið útliðin, at tað ikki bleiv til meira enn náttverða og eitt sindur av sightseeing her í Athlete’s Village. Anni hevði funnið eitt øki við handli og posthúsi og øðrum góðum, sum tey fóru at hyggja at. Nú klokkan 22 fór alt í song, tí at svimjararnir eftir ætlan skulu upp kl 6 í morgin.

Í morgin er ætlanin at í øllum førum Marius venur tvær ferðir, og at vit so annars fara at vita um vit finna tíð til eina lítla sightseeing í gamla býnum her í Baku.

Annars tykist trygdin at vera í lagi, um nakar skuldi stúrt fyri tí. Íðkararnir eru innanfyri girðingar við trygdareftirliti við allar inngongdir, og bussarnir koyra við politieskortu á serligum geilum ígjøgnum ferðsluna. Ikki at vit eru ekspertar enn; men tað er okkum fortalt, at tað er trygt at ferðast her í Baku.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.