So var tað í morgun at føroysku svimjararnir sluppu at royna seg á Evropeiskum Leikum, og gekk tað bara heilt ókey. Signhild Joensen setti nýtt føroyskt juniormet, Marius Gardshodn og Maria Antoft betraðu um síni persónligu met, og Lív og Ásbjørg svumu skjótt um enn ikki bestu tíðir.
Ásbjørg Hjelm úr Ægir slapp at verða fyrsti føroyingur nakrantíð sum royndi seg í hesum høpi, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam teinin uppá 35.10 sekund. Eingin onnur føroysk kvinna hevur nakrantíð svomið skjótari enn tað, men ‘tíverri’ fyri Ásbjørg er hennara føroyska met niðri á 34.61 sekund, frá Reykjavík International í januar mánaða. So Ásbjørg svam skjótt, men ikki met.
Síðani royndi Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag seg í 100 metra frísvimjing. Tað sá fyri so vítt fínt út, men endaði tó nakað frá hennara persónliga meti á 1:01.51, nú hon svam 1:02.33 í Baku. Besta tíð hjá henni er frá Reykjavík International í 2013, sum hon í mars mánaða var nær við at betra um við tíðini 1:01.54 á Danish Open 2015.
So stóð Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag fyri túri, í 400 metra frísvimjing. Teir vóru tríggir í fyrsta riðli, og tann eini vísti seg at vera ein góð ‘kanin’, sum legði nakað harðari út enn Marius, og sum Marius síðani kundi heinta inn aftur og fara framvið, til stórt nýtt persónligt met á 4:10.00. Besta tíð hjá Mariusi var 4:19.95 áðrenn hetta, frá NMU í fjør, og eina løtu nú átti Marius enntá stevnumetið á Evropeisku Leikum.
Nú gekk ein góður tími, áðrenn tær báðar Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir skuldi royna seg í 200 metra ryggsvimjing.
Maria slapp at svimja í fyrsta riðli, og vann við tíðini 2:26.54 yvirbevísandi hendan riðilin, við nýggjum persónligum meti og stevnumeti á Evropeisku Leikum. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 2:27.61, frá Danish Open í mars mánaða.
At enda var tað so Signhild, sum við tíðini 2:25.14 setti nýtt føroyskt juniormet. Hon átti sjálv føroyska juniormetið, á 2:25.22 frá NMU í fjør.
Harvið høvdu allir 5 svimjarar roynt seg í kapping í Baku, undir LEN-flaggi og so framvegis 🙂
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu