Í dag vóru tað bara tey bæði Ásbjørg Hjelm úr Ægir og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag sum skuldu royna seg á Evropeisku Leikum í Baku: Ásbjørg í 200 bringu og Marius í 1500 frí. Ásbjørg svam eitt sindur frá sínum føroyska meti, meðan Marius skar góð 52 sekund av sínum persónliga meti.
Í 200 bringu svam Ásbjørg teinin uppá 2:50.90, sum er nakað frá hennara føroyska meti á 2:44.46, frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Hetta rakk til eitt 32. og aftasta pláss í kappingini.
Í 1500 frí svam Marius teinin uppá 16:17.70, sum er ein øgilig betring í mun til hansara til nú bestu tíð, á 17:10.26 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í fjør. Besta tíð hjá Óla Mortensen og Alva Hjelm eru ávíkavist 15:51.66 og 16.06.20, so Marius er væl á veg upp ímóti teirra støði.
Tað er heitt í Baku í dag, eini 38 hitastig í skugganum. Men kappingin fyrigongur seg í eini stórari og svalligari høll, har einasti trupulleiki er gangurin frá air conditioning.