Jeanette Ottesen og Marco Loughran álopin av illum bilførara í Keypmannahavn

TV2 Sporten skrivar her um hvussu Jeanette Ottesen er í sjokk aftaná at hon og sjeikurin vóru álopin í bili sínum í Keypmannahavn, eftir øllum at døma tí at hon koyrdi ov spakuligt.



Ein annar bilførari skar teimum vegin av so at tey máttu steðga bilinum, og kom so yvir og dró Loughran úr bilinum, fyri at berja hann. Tey royndu at sleppa avstað, men tá fór hann at sláa Loughran so mikið illa inn ígjøgnum bilrútin, at Loughran breyt fleiri tenn, umframt at fáa aðrar løstir í høvdið og aðra økslina. So mikið at hann mátti innleggjast.

Jeanette Ottesen royndi at verja Loughran, og meiddi sær tá hondina so at ein fingur brotnaði og ein annar keiktist.

Stórt ivamál er tí nú um hvussu fer at gangast hjá henni við fyrireikingini til HM í Kazan í august mánaða. Hon hevur verið í hylinum, men fekk ilt av at svimja, og hevur sambært Copenhagen Post fingið boð um ikki at venja í 3 vikur. Tá stendur sjálvsagt heilt illa til við útlitunum fyri HM.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.