Fimti og seinasti kappingardagur á svimjistevnuni í Baku varð avgreiddur í dag, har Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var einasti føroyski luttakari.
Lív royndi seg í 50 metra firvaldasvimjing, og svam har teinin uppá 30.01 sekund, sum rakk til eitt 47. pláss av 50 luttakandi. Hennara persónliga met er 29.72 sekund, frá Danish Open í mars mánaða.
Føroyska luttøkan í Baku endaði sostatt við at Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing, og Signhild Joensen úr Ægir føroysk juniormet í 100 og 200 metra ryggsvimjing, umframt at øll 5 settu í minsta lagi eitt persónligt met.
Í morgin hava tey ein langan ferðadag frammanfyri seg, úr Baku yvir Keypmannahavn og London til Jersey. Tey fara við bussi úr Athlete’s Village klokkan 4 um morgunin, sum er á midnátt føroyska tíð, og ferðast so restina av náttini og allan samlan dag, til at lenda á Jersey klokkan 20:45.
Tað er ikki nøkur serliga optimal fyrireiking til kapping longu morgunin eftir. Men tað fær ikki verið øðrvísi, og tey gera sítt til at hvíla sum mest hóast nógvu ferðingina.