Mánamorgunin 29. juni byrjar svimjistevnan á Oyggjaleikum á Jersey 2015, har 15 føroyskir svimjarar fara at royna at vinna okkum so nógv heiðursmerki sum gjørligt, í harðari kapping við hinar oyggjarnar. Útlitini eru góð á pappírinum, men einki kemur tó uttan at svimjararnir svimja seg til tað.
Vit eiga at hava ein heilt góðan møguleika at taka bæði gull og silvur longu í fyrstu kapping, tá ið Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag fara at royna seg í 1500 metra frísvimjing. Munurin er snøgt sagt so stórur millum teirra støði og tí hjá teimum næstkomandi, at teir ikki kunnu takast uttan so at teir verða kolldømdir, ella at okkurt er heilt galið hjá teimum.
Sára Ryggshamar Nysted burdi eisini kunnað tikið heiðursmerki, serliga í 400 metra blandaðari svimjing. Liðsvimjingarnar burdu verið sterkar, við tí úrvali sum vit eiga at taka av, og hartil eiga vit Óla Mortensen í 200 firvald, Pál Joensen og Bartal Hestoy í 100 bringu, Ásbjørg Hjelm í 50 bringu, Marius Gardshodn í 50 rygg, Sáru og Vár í 200 frí, og Pál og Alva í 200 blandað. Alt mánadagin.
Ásbjørg og Marius eru væl fyri, vita vit frá júst farnu Evropeisku Leikum í Baku. Men skiftið frá Aserbadjan til Jersey kann tó ikki kallast at hava verið optimalt, nú tey ferðast í næstan eitt døgn, frá sunnunátt á midnát til sunnukvøld kl 21 ella har á leið. Fokus er uppá at ikki møðast ov nógv av nógvu ferðingini; men flogferðir eru tó terandi, vita vit, serliga vegna dehydrering har uppi í hæddunum.
Fokus hjá teimum báðum verður tí at royna at koma í finalur, mánamorgunin, og so annars hvíla fram ímóti teimum mánakvøldið, í tann mun sum tað er viðkomandi. Umframt hjá til dømis Lív Eidesgaard, sum alt annað líka vildi verið góð at havt í 4×50 frí stafettini.
Hinir svimjararnir hava longu verið á Jersey í nakrar dagar, og burdu tí havt fínar umstøður at fyrireika seg tað síðsta til oyggjaleikastevnuna. Men kappingin er hørð, vita vit, um ikki so nógv av breiddini hjá hinum oyggjunum, so frá einstaklingum frá hvørjari oyggj.
Á pappírinum eiga vit at kunnu fáa tveir góðar dagar longu mánadag og týsdag, fyri síðani at bløða mikudag, og síðani vónandi koma fyri okkum aftur hósdag. Her hyggjandi at einstaklingakappingunum, meðan vit í liðsvimjingunum burdu havt heiðursmerkjamøguleikar í øllum kappingum.
Men tað avhongur av dagsformi, har einki er 100% givið. Jú, Pal Joensen eigur at kunna vinna 1500 frí, meira ella minni til eina og hvørja tíð; men annars er sjálvt hann skerdur av, at hansara fokus hóast alt er og eigur at vera HM í Kazan um ein mánaða, har hann skal royna at kvalifisera seg til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro.
Tey sum hava verið í Baku, hava longu roynt at strekkja toppform yvir 5 kappingardagar pluss 1 ferðadag. Astrið Foldaskarð og Alvi Hjelm hava eisini HM at hugsa um, og Sára Nysted og Vár Eidesgaard skulu avstað aftur til Norðurlendsku Meistarastevna fyri Ung longu mikudag aftaná at tær eru komnar heim av Jersey.
Oyggjaleikir eru sostatt týðiligvís ikki longur tað størsta og einasta hjá føroysku svimjarunum, og vit eru longu forvand við at tað er løgið at skulu svimja á stuttgeil her mitt í langgeila-sesongini. Sum Astrið Foldarskarð segði tað í greiní Sosialinum í vikuni, so dúva vit (kanska í í so stóran mun) uppá adrenalinið, framum reella niðurtrapping hjá øllum okkara svimjarum til Oyggjaleikir.
Men Svimjisambandið hevur tó so eitt heilt greitt mál, at vilja royna at taka so nógv gullheiðursmerki sum møguligt á Jersey. Hetta fyri okkara egnu skyld, til at royna at standa okkum so væl í heiðursmerkjastríðnum á sjálvari svimjistevnuni sum gjørligt, og til at hjálpa Føroyum sum heild til eitt so gott úrslit samanlagt sum gjørligt.
Svimjarar, venjarar og leiðarar vita av hesum, og spíla seg út til at tað skal eydnast so væl sum møguligt. Vit hava ein stóran, breiðan og sterkan hóp á Oyggjaleikum. Og vit hava ein rúgvu av góðum fólki til at hjálpa og leiðbeina teimum til so gott úrslit sum gjørligt.
Men tað skal stadigvekk svimjast !
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu