Aftur ein góður dagur á Oyggjaleikum á Jersey 2015, har okkara svimjarar vunnu 4 gull, 4 silvur og 3 bronsuheiðursmerki, umframt at seta 2 oyggjaleikamet, 2 føroysk landsliðsmet, 1 føroyskt met og 1 føroyskt juniormet.
Kapping 12 – Kvinnur 800 frí
Finaluparturin byrjaði við uppvísningssvimjing, tá ið Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vundu burtur úr mótstøðuni, til greitt gull og silvurheiðursmerki. Og hetta uttan at teimum nýttust at seta bestu tíð. Sára svam 8:59.90 og Vár 9:05.40.
Kapping 13 – Menn 400 blandað
Aftur uppvísningssvimjing, har Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir vunnu gull og silvur, nógv sekund frammanfyri mótstøðuna. Pál við nýggju oyggjaleikameti á 4:21.55, og Alvi við persónligum meti á 4:24.25.
Kapping 14 – Kvinnur 200 bringu
Her stóð á gomlum nøglum, men megnaði Ásbjørg Hjelm úr Ægir at svimja seg til bronsuheiðursmerki, við góðari hjálp frá fjepparafjøldini. Tær báðar fremst vóru í einum klassa fyri seg, meðan Ásbjørg og Stephanie Brew av Man kempaðu um bronsuna, har tað so endaði við at Ásbjørg svam 2:37.08 og Stephanie 3:37.64.
Kapping 15 – Menn 100 firvald
Her var eingin føroysk luttøka.
Kapping 16 – Kvinnur 100 rygg
Her vísti kappingin frá eldri dámunum seg at vera ov hørð fyri okkara 14 ára gomlu gentur, so at Signhild Joensen úr Ægir endaði sum nr 5 við 1:04.49 og Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag sum nr 8 við 1:06.79.
Kapping 17 – Menn 50 bringu
Ein spennandi kapping har gullið tryggjast tryggjað til Ian Black av Jersey, meðan Pál og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag skuldi berjast um írestandi heiðursmerki. Og tað gekk so væl og illa sum tað kundi – Pál var nr 2 við 29.19 og Eyðbjørn nr 3 við eisini 29 lágt, men vísti tað seg so síðani at Eyðbjørn varð kolldømdur fyri ov nógv firvaldaspørk aftaná vending. Silvur til Pál.
Kapping 18 – Kvinnur 50 firvald
‘Stong inn’ til Føroyar, tá ið Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag svam seg til 28.13 og flott silvurheiðursmerki, í harðari kapping við hinar oyggjarnar. Jonna Thomsen úr Ægir svam eisini flott, til 28.77 og eitt fimtapláss.
Kapping 19 – Menn 200 frí
Ein magt-demonstratión av Páli Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, sum við 1:49.31 svam seg til eitt trygt gull, frammanfyri Thomas Gallichan av Jersey á 1:50.40, og síðani Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag á 1:52.03. Hinar oyggjarnar eru ofta bragdligar í byrjanini av kappingini, men vísa okkara svimjarar seg at eiga treystið, tá ið nóg langt er at svimja.
Kapping 20 – Kvinnur 200 blandað
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til eitt flott bronsuheiðursmerki við 2:18.78, aftanfyri Charlotte Atkinson av Man á 2:14.71 og Andrea Strachan úr Hetlandi á 2:17.43. Tíðin hjá Sáru er nýtt føroyskt met og juniormet.
Kapping 21 – Menn 4×50 frí
Her var tíverri ‘stong út’ hjá okkum. Cayman legði hart út við báðum Fraser beiggjunum, og megnaðu at halda á mál til 1:32.61 og eitt triðjapláss, har Guernsey og Jersey í miðlar tíð vóru komin upp í millum til 1:31.85 og 1:32.49, og har vit við 1:33.24 so akkurát ikki náddu heiðursmerkjunum. Tíðin hjá okkara svimjarum er greitt nýtt landsliðsmet, í mun til 1:36.01 frá Oyggjaleikum í 2007. Teir sum svumu vóru Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, og Pál og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag.
Kapping 22 – Kvinnur 4×50 blandað
Flott oyggjaleikamet og greitt landsliðsmet til okkara svimjarar, sum við 1:57.06 tryggjaðu sær gullið frammanfyri Man á 1:58.56 og Jersey á 1:59.80. Tær sum svumu vóru Signhild Joensen rygg, Ásbjørg Hjelm bringu, Astrið Foldarskarð firvald og Sára Ryggshamar Nysted frí. Nú farna landsliðsmetið var 1:58.86, frá Oyggjaleikum í 2009.
Í morgin verður ein harður dagur, har ið eingin av okkara svimjarum er gullfavorittur. Men liðið veit av hesum, og er fokuserað uppá at geva hinum ein skarpan gang, um ikki annað so til at møða tey sum mest áðrenn síðstu kappingar hósdag.