Næstu riðlar á Jersey 2015

Ein góður morgun aftur í morgun, her á Oyggjaleikum á Jersey, har vit føroyingar í finalu í øllum kappingum uttan í 100 firvald hjá monnum. Serliga góðar vónir kunnu vit loyva okkum at hava til longru teinarnar, har tað vísir seg at okkara hava væl meira úthaldni enn hini.



Kapping 12 – Kvinnur 800 frí

Her eru Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vàr Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag beinleiðis víðari til skjótasta riðil seinnapartin, Sára við bestu tilmeldingartíð av øllum.

Kapping 13 – Menn 400 blandað

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir svumu seg víðari við ávikavíst bestu og næstbestu tíð av øllum, har kapping tó kann verða serliga frá Felixi Gifford úr Hetlandi. Teir svumu kontrollerað í morgun, so tíðirnar siga ikki nógv meira, enn at teir eru í finaluni 🙂

Kapping 14 – Kvinnur 200 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir svam seg trygt víðari til finalu her, men har verður harður kampur um heiðursmerkini. Ásbjørg hevur triðbestu tíð 2:40.15, har Laura Kinley av Man svam 2:35.28 og Kara Hanlon frá Western Isles 2:36.29. Emma Nystrøm eigur føroyska metið á 2:36.12.

Kapping 15 – Menn 100 firvald

Her vóru Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag akkurát ov stuttir, og endaðu sum nr ávikavist 9 og 10, beint uttanfyri finaluna. Men við tað at ein frámelding var frá kappingini, so er væl møguligt at Óli er við allíkavæl.

Kapping 16 – Kvinnur 100 rygg

Her svumu Signhild Joensen úr Ægir og Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag seg báðar í finaluna í kvøld, Signhild við 4. bestu tíð og Maria við 8. bestu. Birita Debes eigur føroyska metið og juniormetið á 1:01.46, frá tá ið hon vann gull á NJM í 2010.

Kapping 17 – Menn 50 bringu

Her svumu Joensen beiggjarnir úr Suðuroyar Svimjifelag seg báðir í finalu, Pál við 3. bestu tíð og Eyðbjørn við 4. bestu. Ian Black av Jersey hevur bestu tíð aftur í dag, eftir at hava vunnið gull í 100 bringu í gjár, og er væl greiður favorittur eisini í kvøld.

Kapping 18 – Kvinnur 50 firvald

Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag og Jonna Thomsen úr Ægir svumu seg báðar í finalu, Astrið við 4. bestu tíð og Jonna við 8. bestu. Kristina Elin Thomsen eigur føroyska metið á 27.67 meðan besta tíð hjá Astrið er 27.98, og besta hjá Jonnu 28.44. Tann skjótasta í morgun svam 27.24, meðan Astrið svam 28.82 og Jonna 29.83.

Kapping 19 – Menn 200 frí

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg lættliga til finaluna við 1:52.17 og bestu tíð av øllum, frammanfyri næstbesta Alex Bregazzi av Man á 1:52.48. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag sam 1:54.25 og 5. bestu tíð, sum eisini rakk trygt til finaluna.

Kapping 20 – Kvinnur 200 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag kom í finaluna við 2:23.70 og 4. bestu tíð, aftanfyri Charlotte Atkinson av Man á 2:19.81, Andrea Strachan úr Hetlandi á 2:21.47 og Kara Hanlon frá Western Isles á 2:22.19. Besta tíð hjá Sáru er hennara føroyska met, 2:19.78.

Kapping 21 – Menn 4×50 frí

Sera tøtt kapping í morgun. Føroyar komu í finaluna við 3. bestu tíð 1:35.69, aftanfyri Guernsey á 1:35.04 og Jersey á 1:35.68, og við Cayman stutt aftanfyri á 1:37.58. Í kvøld verða tveir av svimjarunum hjá okkum skiftir út, so at stafettin skal verða enn sterkari.

Kapping 22 – Kvinnur 4×50 blandað

Føroysku damurnar svumu 2:02.44 og greitt bestu tíð í morgun, frammanfyri Guernsey á 2:03.06 og Man á 2:03.20. Her er aftur ætlanin at skifta tveir svimjarar út, til at styrkja stafettina og fordeila uppgávurnar hjá svimjarum okkara.

Úrslitalistarnir kunnu síggjast her á jersey2015results.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.