Fín byrjan uppá svimjistevnuna í Baku

So var tað í morgun at føroysku svimjararnir sluppu at royna seg á Evropeiskum Leikum, og gekk tað bara heilt ókey. Signhild Joensen setti nýtt føroyskt juniormet, Marius Gardshodn og Maria Antoft betraðu um síni persónligu met, og Lív og Ásbjørg svumu skjótt um enn ikki bestu tíðir.
Continue reading Fín byrjan uppá svimjistevnuna í Baku

Baku 2015 European Games verður stroymað á YouTube

YouTube reypaði herfyri her á Facebook, at Evropeisku Leikirnir verða stroymaðir beinleiðis á YouTube. Og tað sær avgjørt soleiðis út, tí har koyra í løtuni fleiri beinleiðis stroym í senn hjá brúkaranum baku2015 á YouTube. Ein partur av profilinum eitur Swimming, har tey til nú av góðum grundum eru avmarkaði til synkronsvimjing og vatnpolo.

Petur Heðin um leikirnar í Baku

Eitt stutt prát her við Petur Heðin á Fløtti, úti á altanini í íbúðini har føroyska svimjilandsliðið býr á Evropeisku Leikum í Baku.

Nøkur orð úr Baku

Vit hava eina fína altan her í íbúðini, og eg brúkti tí eina løtu har úti í morgun, til at siga hvussu okkara fyrsta upplivilsi av Baku hevur verið.

Útlit fyri heiðursmerkjum á Oyggjaleikum 2015

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum hava nú sent út ein fyribils startlista til leikirnar á Oyggjaleikum, sum vísir at Føroyar liggja væl fyri til at taka heiðursmerki. Hóast harða kapping frá til dømis Fraser-beiggjunum av Cayman-oyggjunum, so verða okkara svimjarar 10 ferðir styrkismettir til at taka gull, 8 ferðir at taka silvur og 11 ferðir bronsu, áðrenn tær 8 liðsvimjingarnar eru taldar við.

(Image courtesy of Ben Salter)
Continue reading Útlit fyri heiðursmerkjum á Oyggjaleikum 2015