Pál Joensen kappaðist í dag á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, sum er tann triðja og síðsta í røðini á hesum sinni. Og tað varð til eitt 7. pláss í 400 metra frísvimjing, við tíðini 3:54.77. Suðurafrikanski Devon Myles Brown vann gull við tíðini 3:47.96, kanadiski Ryan Cochrane vann silvur við tíðini 3:49.40 og týski Florian Vogel vann bronsu við 3:49.67. Sí úrslitalistan her.
Month: juni 2015
Pál 7:58.98 og nr 5 á í 800 frí á Mare Nostrum í Barcelona
Pál Joensen svam seg í dag til eitt fimtapláss á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið teir svumu finalu í 800 metra frísvimjing. Pál svam teinin uppá 7:58.98, meðan kanadiski Ryan Cochrane vann við nýggjum stevnumeti 7:52.51, bretski Stephen Milne vann silvur við 7:56.12, suðurafrikanski Devon Myles Brown vann bronsu við 7:58.35, og norski Henrik Christiansen varð nr 4 við 7:58.45.
Continue reading Pál 7:58.98 og nr 5 á í 800 frí á Mare Nostrum í Barcelona
Tríggir svimjarar ákoyrdir av bussi á Evropeisku Leikum í Baku
Tríggjar 15-ára gamlar gentur vórðu í morgun ákoyrdar av einum shuttle bussi í “Athlete’s Village” á Evropeisku Leikum í Baku, nú stutt áðrenn tær skulu royna seg fyri Eysturríki í synkosvimjing á leikunum. Tvær av teimum vórðu so mikið illa skaddar, at tey valdu at senda tær við flúgvara aftur til Wien, meðan tann triðja kundi útskrivast aftur í Baku. Lesið t.d. her á BBC.
Image by Trevor Claringbold, CC BY-SA 2.0
Næstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Barcelona
Aftur í morgun royndu føroyskir svimjarar seg á Mare Nostrum 2015, tá ið næsti partur av innleiðandi riðlum var avgreiddur á stevnuni í Barcelona. Astrið Foldarskarð og Eyðbjørn Joensen settu persónlig met í ávikavíst 100 og 50 metra frísvimjing, og Pál Joensen skal royna seg í finaluni seinnapartin.
Continue reading Næstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Barcelona
Kazan ger klárt til HM í svimjing
Hatta sær øgiligt út
Niðurlond uppgeva at hýsa Evropeisku Leikum 2019
Niðurlendsku myndugleikarnir hava í dag fráboðað at tey ikki fara at kunna hýsa Evropeisku Leikum í 2019, tí at teir fara at kosta ov nógv í mun ta luttøku sum er væntandi. Niðurlond fingu annars leikirnar fyri minni enn einum mánaða síðani, millum 6 kandidatar harav Niðurlond vórðu hildin at vera einasta seriøsa boðið. Eitt álvarsligt bakkast fyri EOC, beint upp undir Evropeisku Leikir í Baku. Lesið t.d. Deutsche Welle.
Fyrstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Barcelona
Mare Nostrum stevnan nummar 2 í røðini byrjaði í Barcelona í morgun, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Astrið Foldarskarð var líka við at taka føroyska metið í 50 metra frísvimjing, og Eyðbjørn Joensen setti persónligt met í 50 metra firvaldasvimjing.
Continue reading Fyrstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Barcelona
Pál 15:09.17 og bronsu í 1500 frí á Mare Nostrum í Canet
Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í A-finaluni í 1500 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet, og megnaði har at svimja seg til eitt bronsuheiðursmerki.
Continue reading Pál 15:09.17 og bronsu í 1500 frí á Mare Nostrum í Canet
Óli 2:09.09 og nýtt føroyskt met í 200 firvald
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon svam teinin uppá 2:09.09. Hann átti sjálvur føroyska metið á 2:09.45, frá Reykjavík International í januar mánaða.
Næstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Canet
Føroyskir svimjarar hava aftur í morgun roynt seg á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og gekk tað bara heilt ókey. Óli Mortensen setti føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing, og seinnapartin skulu hann og Pál so royna seg í finalum í 1500 frí.
Continue reading Næstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Canet