Triðju riðlar á Jersey 2015

Hóast hetta á pappírinum er tann harði dagurin hjá føroysku svimjarunum, har eingin svimjari er styrkismettur at vinna gull, so hava føroyskir svimjarar kvalifiserað seg til allar finalur í kvøld, Signhild Joensen enntá við bestu tíð av øllum í 200 metra ryggsvimjing. Fokus er á at geva tað vit eiga, til at heiðursmerkini skulu verða so torfør sum gjørligt at vinna. Royna at vinna tað vit kunnu í kvøld, og so koma ordiliga sterkt aftur í morgin.



Kapping 23 – Menn 100 blandað

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir megnaðu báðir at svimja seg víðari til finaluna, báðir við tíð undir minuttin, har kappingin tó er sera sterk um heiðursmerki. E

Kapping 24 – Kvinnur 400 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svumu seg lættliga í finaluna við ávikavíst næst- og triðbestu tíð, Sára 4:28.77 og Vár 4:29.10 aftanfyri Gemmu Atherley av Jersey á 4:28.38. Her eiga vit at kunna spæla við um heiðursmerki, aftaná at hava tikið gull og silvur á dupulta teininum.

Kapping 25 – Menn 200 rygg

Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag megnaði sera flott at svimja seg víðari til finalu, hóast at rygg sum fyrr nevnt ikki er hansara veruliga sergrein, men tað sum hann svimur her fyri liðið, til at styrkja liðsvimjingar og tryggja at hini ikki fáa nakað fyri einki. Marius 2:12.35.

Kapping 26 – Kvinnur 100 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir svam seg víðari í finalu við 1:14.70 og fimtbestu tíð. Tær tríggjar í oddinum eru sera sterkar, og tað verður tí hart hjá henni at vinna heiðursmerki. Besta tíð nakrantið hjá Ásbjørg er hennara føroyska met á 1:11.53, frá FM/JM 2015.

Kapping 27 – Menn 100 frí

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg í finalu við 52.61 og 7. bestu tíð, har skjótasti svimjari Thomas Gallichan av Jersey svam 51.02. Føroyska metið hjá Páli er 50.04 sekund, men summir av hinum kunnu vist nokk svimja bæði 48 og 47.

Kapping 28 – Kvinnur 50 frí

Astrið Foldarskarð megnaði at svimja seg í finaluna við 27.16, meðan Lív Erlingsdóttir Eidesgaard akkurát var ov stutt við 27.59. Báðar úr Havnar Svimjifelag. Astrið hevur fyrr svomið 26.22, meðan Guðrun Mortensen eigur føroyska metið á 26.04 sekund.

Kapping 29 – Menn 50 firvald

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg í finaluna við 26.02 og 8. bestu tíð, meðan Róland Toftum eisini úr Suðuroy endaði uttanfyri finaluna við 26.37 og einum 10. pláss. Her eru teir sterkastu ekstremt sterkis, serliga í kraft av Fraser beiggjunum av Cayman.

Kapping 30 – Kvinnur 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir megnaði at svimja bestu innleiðandi tíð av øllum, tá ið hon nú svam 2:20.05. Hennara besta tíð nakran tíð er 2:18.17, frá FM 2015. Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at svimja seg í finaluna, við 2:23.29.

Kapping 31 – Menn 4×100 blandað

Føroyska liðið megnaði at svimja seg til eitt 3. pláss við tíðini 3:57.45, aftanfyri Guernsey á 3:55.44 og Jersey á 3:56.29. Men her er Cayman eisini á einum 4. plássi, við 3:57.76, og tað verða mest sannlíkt hesi fýra liðini sum fara at berjast um heiðursmerki. Teir sum svumu í morgun vóru Alvi Hjelm, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Róland Toftum. Í kvøld verða upp til 2 av teimum skiftir út.

Kapping 32 – Kvinnur 4×100 frí

Aftur her svam føroyska liðið seg til eitt 3. pláss í innleiðandi riðlunum, nú við 4:02.64 aftanfyri Jersey á 3:58.26 og Isle of Man á 4:00.51. Tær sum svumu vóru Lív og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Sára Ryggshamar Nysted og Signhild Joensen. Og aftur her kunnu vit skifta út upp til 2 svimjarar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.