Fjórðu riðlar á Jersey 2015

Føroysku svimjararnir halda áfram at gera vart við seg her á Oyggjaleikum, nú vit fjórða dag á rað fingu luttakarar víðari til so gott sum allar finalur. Serligar góðar vónir kunnu vit loyva okkum at hava til 400 metra frísvimjing fyri menn, men hartil eru heiðursmerkjamøguleikar í øðrum kappingum eisini.



Kapping 33 – Kvinnur 100 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg víðari til finalu við 1:07.81 og 6. bestu tíð, meðan Ásbjørg Hjelm við 1:08.64 var akkurát ov stutt og endaði sum nr 9 og eykasvimjari til finaluna. Har er ikki ómøguliga langt fram til heiðursmerki, og Sára vann sum kunnugt bronsu í 200 blandað umframt gull í 400 blandað.

Kapping 34 – Menn 400 frí

Her er lítil ivi um at Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag fer at taka gullið, eisini hóast Felix Gifford úr Hetlandi setti bestu tíð í morgun. Felix svam 4:00.61, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag 4:00.66 og Pál síðani 4:00.82.

Kapping 35 – Kvinnur 200 firvald

Jonna Bjartalíð Thomsen úr Ægir svam seg í finaluna við 2:26.97 og fimtbestu tíð, í kapping har Charlotte Atkinson av Man svam knúsandi 2:13.87, meðan Lara Butler av Cayman svam 2:19.42 og Robyn Le Friec av Guernsey 2:21.85. Føroyska metið hjá Jonnu er 2:21.70, og heiðursmerki er tí møguligt, um enn gullið tykiskt langt vekk.

Kapping 36 – Menn 100 rygg

Her fingu vit ongan føroying víðari í finalu. Alvi Hjelm úr Ægir varð við 1:00.67 nr 10 og næsti eykamaður til finaluna, meðan Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag við 1:00.78 varð nr 11.

Kapping 37 – Kvinnur 100 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði at svimja seg trygt í finaluna við 58.94 og triðbestu tíð, meðan Astrið Foldarskarð við 1:00.87 varð nr 10 og næsti eykasvimjari. Elspa Mørkøre eigur føroyska metið á 57.41, meðan Guðrun Mortensen eigur føroyska juniormetið á 57.62. Besta tíð nakrantíð hjá Sáru er 58.03, frá MU í mai mánaða.

Kapping 38 – Menn 50 frí

Eyðbjørn Joensen og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag svumu seg í finaluna við ávikavíst 23.90 og 3. bestu tíð, og 24.11 og 6. bestu. Miles Munro av Guernsey svam skjótast, 23.28 beint frammanfyri Garth Jackson á 23.30. Her ger tað stóran mun fyri heiðursmerkjavónirnar hjá øllum finalistunum, at Fraser beiggjarnir eru farnir avstað aftur av Jersey.

Kapping 39 – Kvinnur 50 rygg

Signhild Joensen úr Ægir svam seg í finaluna við 30.92 og 5. bestu tíð, saman við Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag sum svam 31.18 og 7. bestu tíð. Her var Kathryn Offer frá Western Isles í einum klassa fyri seg, við tiðini 29.59 sekund, eitt hálvt sekund skjótari enn nr 2.

Kapping 40 – Menn 200 bringu

Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svumu seg báðir trygt í finaluna, Bartal við 2:21.17 og 3. bestu tíð, og Pál við 2:21.55 og 4. bestu. Pál eigur oyggjaleikametið her á 2:15.96 frá Isle of Wight í 2011, umframt føroyska metið á 2:15.59 frá HS-stevnu í apríl 2012.

Kapping 41 – Kvinnur 4×100 blandað

Føroysku kvinnurnar svumu seg víðari til finalu við 4:28.66 og bestu tíð av øllum, har Isle of Man svam 4:31.11 og Guernsey síðani 4:34.55. Vit skifta onkran svimjara út í kvøld, men tað gera hini sikkurt eisini. Tær sum svumu í morgun vóru Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, umframt Ásbjørg Hjelm, Signhild Joensen og Jonna Thomsen úr Ægir.

Kapping 42 – Menn 4×100 frí

Okkara menn svumu seg víðari til finaluna við 3:34.08 og triðbestu tíð, aftanfyri Guernsey á 3:28.98 og Jersey á 3:31.80. Teir sum svumu í morgun vóru Alvi Hjelm úr Ægir, Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Marius Gardshodn úr Havnar Svimjifelag og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag. Aftur her verður skift út til í kvøld.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.