Nú eru úrslitini frá Jersey tald við í yvirlitinum av søguligum oyggjaleikasvimjarum. Ovast er Pál Joensen við 21 gull, 9 silvur og 3 bronsur. Gevi gætur at liðkappingarnar eru ikki taldar við. Nýggj í topp 10 er Sára R Nysted úr Susvim. Hon er komin beinleiðis inn sum nr 4 við 4 gull og 2 bronsur eftir Pál, Høgna T Hansen og Elspa Mørkøre. Sára hevur samstundis sett met sum mest vinnandi debutantur. Gamla metið átti Pál Joensen, tá hann, sum oyggjaleikadebutantur, vann 3 einstaklinga gull á Rhodos í 2007.
Astrið, Ásbjørg, Signhild og Sára
Tabel yvir einstaklingum við fyrivarni fyri feilum og manglum. G = gull, S = silvur, B = bronsa, M = miðal støða í kappingum og K = tal av kappingum. Stig vera tald soleiðis: gull = 3 stig, silvur = 2 stig og bronsa = 1 stig. Tað ber til at sortera í tabellini við at trýsta ovast á kolonnum.