Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2015 verður sum kunnug í Jönköping í Svøríki, nú í vikuskiftinum, við luttøku av eisini 4 ungum føroyingum. Og tað sær bara heilt spennandi út – svensku fyriskipararnir hava sent ein fyribils startlista, sum sigur at Sára og Vár eru millum favorittarnar til at taka heiðursmerki, serliga í 800 metra frísvimjing.
Tey fýra sum fara til Svøríkis eru Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, Rókur Trygvason úr Ægir umframt Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Birni Sigvardsen úr Havnar Svimjifelag. Við teimum fer Jón Bjarnason sum venjari, Rúni Gaardbo sum ferðaleiðari og Anita Nysted sum eyka leiðari.
Tey skulu kappast á langgeil, sum hesi ungu av góðum grundum ikki hava roynt so ofta, og tilmeldingartíðirnar eru tí í stóran mun umroknaðar frá stuttgeil til langgeil. Tað eigur tí at takast við einum ávísum fyrivarni at Sára og Vár her verða styrkismettar sum skjótast og næstskjótast í 800 metra frísvimjing, tí tilmeldingartíðirnar hjá teimum eru væl skjótari enn føroyska metið á langgeil.
Men tær hava jú báðar svomið skjótari enn føroyska metið á stuttgeil, og umrokningin er rímilig. Nú skal tað bara gerast um til praksis.
Dreingirnir hava tað nakað harðari, við styrkismeting í niðara endanum á startlistunum. Men teir eru so við, og eru ikki longri burturi frá oddinum, enn at til ber at arbeiða seg uppeftir 🙂