Sára 59.37 og føroyskt met og silvur á NMU 2015 í 100 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gjørdi nakað snøgt sagt heilt ófatiligt, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2015 fyri løtu síðani svam seg til silvurheiðursmerki í 100 metra frísvimjing, við stórum nýggjum føroyskum meti og juniormeti, nakrar minuttir aftaná at hava vunnið gull á 800 metrinum.

Untitled

Sára svam teinin uppá 59.37 sekund, nú í Jönköping, har Shaila millum Garðarnar átti føroyska metið á 59.63 sekund, frá HeimsMeistarastevnuni í Rom í 2009. Hetta sum sagt aftaná at hava vunnið gull á 800 metrinum, við nýggjum føroyskum juniormeti á 9:23.65. Millum hesar báðar kappinginar var ein riðil av 1500 frí hjá dreingjum, og 2 í 100 frí hjá gentum.

Tær eru av góðum grundum nógvar sum hava roynt eftir føroyska metinum hjá Shailu, siðani hon setti tað undir strálandi umstøðum á HM í Rom í 2009. Og 100 metur frí er hóast alt ein av ‘konga-disciplinunum’ í svimjing, sum einasta grein ið hevur verið á OL-skránni síðani fyrstu leikir í Athen í 1896. Nærmast av taka tað var Elspa Mørkøre, tá ið hon á EJM í 2006 svam 59.64, og sostatt var éin hundraðpart frá metinum.

Men nú er tað so farið heilt niður á 59.37 sekund, og kann sikkurt fara longur tá ið Sára ein dag fær svomið hetta uttan líka fyrst at skula svimja 800 frí eisini.

Gullið fór til Amalie Søby Mortensen úr Danmark, sum svam 59.03. Ikki langt vekk.

úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.