Sára og Vár gull og silvur á NMU 2015

Føroyar vunnu fyri løtu síðani gull og silvur á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2015, tá ið Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag sumu 800 metra frísvimjing uppá ávikavíst 9.23.65 og 9:25.45. Tíðin hjá Sáru er nýtt føroyskt juniormet, og danska Silja Nielsdóttir Hansen við føroyskum ættarbondum vann bronsu.



Tað var ein sera spennandi og skiftandi 800 metur, har svimjarar á so gott sum øllum geilum skiftust um at kappast um heiðursmerkini.

Finska Lilli Louhikoski á geil 1 legði harðast út og førdi fyrstu 100 metrar, við svensku Emmu Sundstrand á geil 2 sum nr 2 og síðani Sáru og Vár sum nr 3 og 4.

Men so legði Sára seg á odda, og førdi við Emmu sum nr 2 og Vár sum nr 3, til danska Silja Nielsdóttir Hansen kom upp í millum og var nr 2 aftanfyri Sáru.

Vár kom aftur í dystin tá ið umleið 300 varð svomið, men so fór Silja frá henni og hótti eina løtu eisini Sáru. Sára svaraði tó skjótt aftur, og vórðu tað nú Sára, Vár og Silja sum drógu frá restini.

Síðstu 400 setti Sára fótin á speedaran og byrjaði at draga frá hinum báðum Vár og Silju eisini, so at munurin so við og við taldist í sekundum heldur enn í tíggindapørtum.

Vár hekk í Silju, og megnaði so at enda at vinna spurtin, til silvurheiðursmerki einans 5 hundraðpartar frammanfyri Silju, 9:25.45 frammanfyri 9:25.50.

Vinnaratíðin 9:23.63 hjá Sáru er nýtt føroyskt juniormet, í mun til 9:24.35 sum Vár svam á Danish Open í mars mánaða. Føroyska metið fær frið eina løtu, sum er Mona Simonsen 9:18.65 frá HM í Melbourne í 2007.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.