Sára Ryggshamar Nysted vann fyri løtu síðani í stórum stíli sítt fimta gullheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2015, tá ið hon í 200 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 2:24.85. Danska Mia Steen Duus vann silvur við 2:27.47 og finska Mia Pentti bronsu á 2:30.50. Sára svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag, og eigur sjálv føroyska metið og juniormetið á hesum teininum, sum er 2:23.67 frá Danish Open í mars mánaða. Sí úrslistalistan her
Stevnan er um at vera liðug í Jönköping, og Sára megnaði sostatt at vinna sær heili 5 gullheiðursmerki og 1 silvurheiðursmerki, umframt at seta 3 føroysk met og 1 føroyskt juniormet. Her nýtist eingin fínteljing til at staðfesta, at hetta man vera frægasta avrik sum nakar føroyingur nakrantíð hevur havt á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung.
Heiðursmerki og met til Føroyar á NMU 2015
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 9:23.65 og gull í 800 frí (føroyskt juniormet)
- Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (HS) 9:25.45 og silvur í 800 frí
- Sára Ryggshamar Nysted (Susvim) 59.37 og silvur í 100 frí (føroyskt met og juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 5:08.00 og gull í 400 blandað (føroyskt met og juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 2:07.54 og gull í 200 frí (føroyskt met og juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 4:31.46 og gull í 400 frí (føroyskt juniormet)
- Sára Ryggshamar Nysted (SuSvim) 2:24.85 og gull í 200 blandað