Sára gull og juniormet í 400 frí á NMU 2015

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann tíðliga í morgun sítt fjórða gullheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2015, sum er í Jönköping í Svøríki. Hetta í 400 metra frísvimjing, har hon svam teinin uppá 4:31.46, ið er nýtt føroyskt juniormet. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag varð nr 6 við nýggjum persónligum meti á 4:38.47.

Untitled

Sára og Vár svumu í seinna riðli, sum ikki óvæntað vísti seg at vera hin skjótari. Sára legði harðast út við 1:05.45 aftaná fyrstu 100, við donsku Anne Føyn og Louise Bach Andersen í hølunum á 1:05.68 og 1:05.69. Anne førdi aftaná 200 við 2:15.13 í mun til Sáru á 2:15.39. Men so setti Sára fótin á speedaran, so at hon slapp frá hinum aftaná 300, og helt allan vegin heim.

Sára gull við 4:31.46, meðan donsku Amalie Søby Mortensen og Anne Føyn vunnu silvur og bronsu við 4:32.44 og 4:35.15.

Vár Eidesgaard hevði í dag ikki orkuna til at svimja um heiðursmerki, men svam seg tó til persónligt met við tíðini 4:38.47, í mun til 4:39.23 sum hon svam á Danish Open í mars mánaða.

Tíðin hjá Sáru er nýtt føroyskt juniormet, sum Victoria Wigant Eysturdal annars átti við 4:33.63 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012. Cecilia Wigant Eysturdal eigur enn føroyska metið á 4:30.47, frá Reykjavík International í januar mánaða.

úrslitalistan her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.