Sára hevði klárað seg væl á øllum NMU

Tá ið tað nú gekk so væl hjá serliga Sáru á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, so freistast man til at hugsa at stevnan kanska var lættari, onkunsvegna, til dømis tí at NMU annaðhvørt ár kappast við EYOF (European Youth Olympic Festival), sum í ár er í Tbilisi í Georgia.

Men so er ikki. Hóast tað ikki finnast stevnumet sum so frá NMU, so eru vinnaratíðirnar frá seinastu 6 árunum ein greið ábending um, at toppstøðið er sum onnur ár.

Untitled

Í summum greinum hava úrmælingar svomið framúr skjótar tíðir, sum til dømis danska Signe Bro í 800 metra frí í 2013, og danska Caroline Hørlykke í 400 blandað í fjør. Men Sára eigur nú ‘metið’ í 200 og 400 frí.

Tað hoyrir við til søguna um EYOF, at danir seinastu árini hava valt ikki at fara til ta stevnuna. Teir hava tí luttikið við stórum og sterkum hópum á NMU, meðan til dømis Noregi og Finnland vikna annaðhvørt ár.

Ein orsøk til at hesi lond velja EYOF fram um NMU, er sum eg skilji at teirra NOC (olympiska nevnd) rindar fyri luttøku á EYOF, meðan tey sjálvi skulu rinda fyri NMU. Føroyar hava til nú verið uttanfyri hesa diskussión, við tað at vit ikki hava olympiskan limaskap, og tískil heldur ikki eina veruliga olympiska nevnd.

800 frí

2008 – Patricia Aschan (FIN) 9:28.33
2010 – Tone L. Sparre (DEN) 9:22.65
2012 – Alba Fores (SWE) 9:18.43
2013 – Signe Bro (DEN) 9:11.31
2014 – Silje M. Bjørlykke (NOR) 9:19.75
2015 – Sára R. Nysted (FAR) 9:23.65

400 frí

2008 – Patricia Aschan (FIN) 4:34.07
2010 – Tone L. Sparre (DEN) 4:32.80
2012 – Alba Fores (SWE) 4:32.12
2013 – Signe Bro (DEN) 4:31.81
2014 – Phoebe L. Atkins (DEN) 4:32.28
2015 – Sára R. Nysted (FAR) 4:31.46

200 frí

2008 – Vilma Ekström (SWE) 2:09.78
2010 – Clara B. Clemmensen (DEN) 2:10.07
2012 – Victoria W. Eysturdal (FAR) 2:09.63
2013 – Josephine Holm (DEN) 2:07.57
2014 – Trine Kjøngerskov (DEN) 2:07.79
2015 – Sára R. Nysted (FAR) 2:07.54

400 blandað

2008 – Patricia Aschan (FIN) 5:06.28
2010 – Maria Romanjuk (EST) 5:02.92
2012 – Alba Fores (SWE) 5:10.58
2013 – Kathrine B. Hansen (DEN) 5:13.00
2014 – Caroline Hørlykke (DEN) 5:04.96
2015 – Sára R. Nysted (FAR) 5:08.00

200 blandað

2008 – Patricia Aschan (FIN) 2:26.40
2010 – Louse Hansson (SWE) 2:22.92
2012 – Alba Fores (SWE) 2:28.16
2013 – Katrine B. Hansen (DEN) 2:25.68
2014 – Caroline Hørlykke (DEN) 2:24.22
2015 – Sára R. Nysted (FAR) 2:24.85

Keldur

NMU 2008 – LiveTiming
NMU 2010 – SwimRankings
NMU 2012 – SwimRankings og LiveTiming
NMU 2013 – SwimRankings
NMU 2014 – SwimRankings og LiveTiming
NMU 2015 – LiveTiming

One thought on “Sára hevði klárað seg væl á øllum NMU”

  1. 400 og 800 frí og 400 blandað kunnu svimjast væl skjótari.
    Her var tað taktikkur sum spældi inn.
    Tíverri gav tað ikki 6 gull sum ætlanin alla tíðina var.
    800 frí, um hann so bert var 80%, kostar í eksplosivari styrki tá ið ein kastar seg yvir sprint.
    Tað var øgiliga trupult hjá henni at fáa endan á armtakinum til at geva tað rykk ið skuldi til fyri at svimja ein optimalan 100m. Og tí gjørdist tíðin ein, ja álvaratos, skuffandi 59,3
    Í Singapore verður nokk ikki neyðugt at hugsa um slíkt, tá verður tað óiva bert tann eina kappingin um dagin, og onkur sergrein má tí sleppast.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.