Portugisar skipa nú 23. til 26. juli fyri Campeonato Absolutos de Portugal, í býnum Coimbra umleið miðskeiðis milum Porto og Lissabon. Havnar Svimjifelag hevur valt at senda 4 svimjarar til hesa stevnu, harav tvær fyrireika seg til HM í Kazan um nakrar fáar vikur, og ein til HM fyri juniorar.
Image courtesy of Alvesgaspar / Wikimedia Commons
Tey sum eru luttaka fyri Havnar Svimjifelag eru Astrið Foldarskarð, Lena Rannváardóttir, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Óli Mortensen. Astrið og Lena skulu luttaka á HM í Kazan, meðan Vár fer at luttaka á HM fyri juniorar í Singapore ímóti endanum av august mánaða.
Óli Mortensen luttekur hóast høgt støði ikki á HM, tí at hann við sínum somu sergreinum sum Pál Joensen í so fall skuldi klára harðastu kravtíðir ásettar av FINA, til at Føroyar kundi luttaka við tveimum luttakarum. Og Óli fellur tí fyri at vit hava ein sum er ekstremt góður í somu greinum.
Nú á Portugal Open hevur Óli Mortensen næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí og eisini næstbestu í 800 frí, í báðum førum aftanfyri danska Anton Ørskov Ipsen sum venur í USA. Hartil hevur hann 6. bestu tilmeldingartíð í 400 frí, sum á pappírinum røkkur til finalu. Og so verður hann styrkismettur sum nr 12 av 62 í 200 firvald.
Astrið Foldarskarð hevur fjórbestu tilmeldingartíð í 50 frí, 8. bestu í 50 firvald, 9. bestu í 100 firvald og 16. bestu í 100 frí.
Lena Rannváardóttir hevur 6. bestu tilmeldingartíð í 1500 frí, 16. bestu í 800 frí og 20. bestu í 400 frí.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur 7. bestu tilmeldingartíð í 1500 frí, 9. bestu í 800 frí og 9. bestu í 400 frí
Á startlistanum stendur at har eru 10 geilir í hylinum, sum merkir at tað verða í øllum førum 8 geilir í finaluni, og kanska 10. Tað er sostatt lagt upp til ikki so fáar finalur hjá hesum fýra svimjarunum úr Havnar Svimjifelag, um hesar tilmeldingartíðirnar halda í mun til støðið í Portugal.