Krista Mørkøre megnaði at betra um sínar bestu tíðir í øllum teimum 4 kappingum sum hon luttók í á HeimsMeistarastevnuni fyri brekað 2015, sum varð avgreidd nú í vikuni í Glasgow í Skotlandi.
So er HM liðugt á hesum sinni. 4 kappingar, og persónligar betringar í teim øllum, tað eru vit sera fegin um. 400 frí í…
Posted by Torkil Mørkøre on Sunday, July 19, 2015
- Í 50 frí svam hon 32.01 har hennara besta tíð áðrenn hetta var 32.33.
- Í 100 bringu svam hon 1:33.40 har hennara besta tíð var 1:33.43
- Í 100 frí svam hon 1:08.76 har hennara besta tíð var 1:08.91
- Í 400 frí svam hon 5:23.52 har hennara besta tíð var 5:37.52
Serliga síðstu kapping vóru tey fegin um, við tað at hon tók heili 14 sekund av sínum persónliga meti í 400 metra frísvimjing.
Kappingin var sera hørð í Glasgow, og var tað tí eisini sera flott av Kristu at kunna halda fokus og betra um sínar egnu bestu tíðir, hóast tær allarfremstu kanska vóru í einum klassa fyri seg.