Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam seg í gjárkvøldið til bronsuheiðursmerki á Portugal Open 2015, tá ið hann í besta riðli í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:49.14. Danski Anton Ørskov Ipsen vann gull við 15:25.68 og portugisiski Alexandre Valdagua Coutinho vann silvur við 15:43.34.
Image courtesy of Alvesgaspar / Wikimedia Commons
Tiðin hjá Óla er betring av hansara persónliga metið á 2.52 sekund, frá tá ið hann á Amsterdam Swim Cup í desember í fjør svam teinin uppá 15:51.66.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard varð í 800 metra frísvimjing nr 9 við nýggjum føroyskum juniormeti 9:23.40, har hennara besta tíð til nú var 9:24.35 frá Danish Open í mars mánaða. Lena Rannváardóttir varð nr 15 við 9:33.43 í somu grein, sum var nær hennara bestu tíð á 9:33.11 frá Danish Open 2015.
Astrið Foldarskarð var nr 11 í 50 metra firvaldasvimjing, við tíðini 29.26 har hennara besta tíð nakrantíð er 28.29 frá Danish Open í fjør.
Óli, Vár, Lena og Astrið svimja øll fyri Havnar Svimjifelag.
Magnus Jákupsson luttekur eisini á Portugal Open, sum partur av talentliði hjá Danmark. Og har gjørdi hann ikki mætari enn at vinna gull í 50 metra ryggsvimjing, við 25.94 frammanfyri silvurvinnara Alexis Manacas Santos á 26.05 og bronsuvinnara Nathan Keith Theodoris á 26.23.
Úrslit frá Portugal Open 2015 síggjast her á fpnatacao.pt