Eg havi ikki hugt nógv væl at úrslitunum frá Portugal Open í gjár, tí avrikið 9:23.40 hjá Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var ikki bara persónligt met hjá henni, men eisini nýtt føroyskt juniormet.
Og tað er avbera væl svomið, síðani tað nú farna juniormetið á 9:23.65 var frá tá ið Sára Ryggshamar Nysted vann gull á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, fyrr í juli.
Vár og Sára skulu báðar royna seg á HeimMeistarastevnuni fyri Juniorar, seinni í august mánaða. Tá er hetta metið mest sannlíkt upp á spæl aftur. Og tá eri eg vónandi heima aftur til at fylgja betri við 😉
9:18,65 frá HM 2007
Ein dama ið eitur Mona Simonsen.
Ja altso um tykur ikki hava koldømt hana nú, 8 ár seinni.
Nú hevði eg enntá sligið tað upp og alt.
Og eg haldi at eg havi funnið feilin í metlistanum hjá mær. Eg má ansa eftir at skriva kolon millum minuttir og sekund, í staðin fyri punktum, tí punktum verða sorterað sum betri enn kolon :-/