Føroyska liðið komið væl fram til HM í Kazan

Føroyska svimjilandsliðið er nú komið fram til Kazan, íroknað Pál Joensen sum ferðaðist við dønum av venjingarlegu í Kroatia, og tey trý Astrið Foldarskarð, Lena Rannváardóttir og Alvi Hjelm, sum ferðaðust úr Føroyum.

DSC00234.jpg

Túrurin til Kazan var ikki so skrekkiligur sum man kundi fyristilla sær, við millumlending í Keypmannahavn og Moskva og so framvegis. Tað hepnaðist okkum at fáa útmerkað pláss til at venja í Vesterbro Svømmehal ávegis til Moskva, og ‘special lane’ hjá Putin riggaði bara heilt ókey, tá ið vit so lendu í Russlandi.

Viðførið var væl merkt við Kazan-klistermerkjum og øðrum, og kláraði at koma úr flúgvaranum til viðførisbandið skjótari enn ferðaliðið.

Í Kazan eru umstøðurnar avbera góðar. Pál býr á hotelli saman við dønunum, meðan restin er í Athlete’s Village, sum er eitt stórt íbúðarøki avsett til bara luttakarar á HM. Kømrini minni meira um smáar íbúðir enn hotell, við egnum tekøki og stórum køliskápi og líknandi, hóast allar máltíðir verða avgreidd yviri í teimum stóru matarsalunum.

Svimjararnir hava roynt kappingarhylin, sum er so góður sum teir plaga, um enn í so heitur nú meðan kappingarnar í synkronsvimjing verða avgreiddar. Fyriskipararnir hava lovað at fáa hitan niður frá teimum 28 gradunum sum eru har nú, til meira hóskandi 26.5 áðrenn svimjikappingarnar byrja.

Annars eru fleiri aðrir langhyljar at venja í, bæði úti við Kazan Arena, umframt ein beint við Athlete’s Village. Teir fýra føroyingarnir svumu allir í Kazan Arena í morgun, og Astrið, Lena og Alvi síðani her úti við Athlete’s Village nú seinnapartin.

Tekniski fundurin varð eisini avgreiddur nú seinnapartin, og var sum hann plagar. Føroyingarnir eru rætt skrásettir í startlistunum, og vit hava ikki rættiliga nakað at finnast at.

Rókur í Jákupsstovu

Kazan

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.