Amerikanska Katie Ledecky setti nýtt heimsmet í 1500 frí í síðsta innleiðandi riðli fyri løtu síðani í Kazan. Hennara nýggja met er 15:27.71. Gamla metið hjá henni var 15:28.36. Lotte Friis royndi seg í næstsíðsta riðli og svam næstbesta tíð í morgun við 15:54.23. Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag royndi seg eisini í greinini, og svam tá 18:21.09, sum hevði verið stórt persónligt met um ikki hon í Portugal herfyri longu hevði betrað nógv um tað, niður á 18:09.25. Áðrenn tað var metið hjá Lenu 18:32.85, frá Danish Open í mars mánaða. Finalan í 1500 frí hjá kvinnum verður í annaðkvøld. Sí fleiri úrslit her.