Umberið okkum vinarliga – ein seinkað frásøgn her, vegna Ólavsøku og HM
Signa Vár Dávadóttir var týsdagin í síðstu viku í beinleiðis finalu í 100 firvald og vann har bronsumerki við tíðini 1:29:58. Ein betring uppá 2 sekund 30/100 frá hennara bestu tíð, og sostatt aftur eitt persónligt met.
(Signa Vár í LA. Dávur Eyðunsson Sørensen eigur myndina)
Mikudagin vann hon í sera spennandi kapping við gullvinnaran sítt næsta silvurmerki við Special Olympics World Games 2015; tað var í 200 frí, sum var hennara seinasta kapping á hesum sinni, og hon setti aftur eitt munandi persónligt met.
Hon svam innleiðandi týsdagin í tíðini 2:47:31 og í finaluni svam hon 2:39:23. Besta tíðin, sum hon hevur svomið við HS, er 2:44.50 frá SMS-stevnu í vár, so alt í alt ein betring á beint omanfyri 5 sekund síðan apríl.