Pál 7:55.01 og nr 17 í 800 frí á HM í Kazan

Pál Joensen royndi seg í morgun í 800 metra frísvimjing á HeimsMeistarastevnuni 2015, og varð hann har nr 17 av teimum 41 sum luttóku. Tíðin 7:55.01 var eitt petti frá hansara tilmeldingartíð á 7:48.49 frá EM í Berlin í fjør, og rakk tá heldur ikki til finaluna í annaðkvøld.



Tað er ikki so nógv annað at siga til hetta beint nú, enn at tað sá gott út líka upp til 500 metrar, tá ið hann enn fylgdist við tveimum av stórfavorittunum Sun Yang úr Kina og Ryan Cochrane úr Kanada. Men so byrjaðu aðrir at toga seg fram í stríðið, til Pál ikki megnaði at fylgja við longur.

Kanska tað ávirkaði at Sun Yang lá og koyrdi eitt sindur upp og niður, sum tann einasti ið kundi loyva sær at svimja yvir 30 sekund onkran 50 metur, fyri síðani at spurta seg til finalupláss allíkavæl. Og at Ryan Cochrane heldur ikki svam betur enn til eitt 10. pláss, uttanfyri finaluna.

Norska stórtalentið Henrik Christiansen hevði í riðlinum beint undan gjørt vart við seg, tá ið hann vann tann riðilin frammanfyri danska Mads Glæsner, við eini tíð sum vísti seg akkurát at røkka til finaluna. Ein annar sum leyp upp í millum og tók finalupláss, var ungi póllendingurin Wojciech Wojdak.

Sum heild vóru tað ‘teir ungu og svangu’, sum komu í finaluna, har tríggir eru árgang 1991, tveir eru árgang 1994 og tríggir árgang 1996. Cochrane varð sum nevnt nr 10 við 7:50.28, Glæsner varð nr 13 við 7:51.24, og Pál sum nevnt nr 17 við 7:55.01.

Um Pál hevði svomið niður í móti ella betri enn sína tilmeldingartíð, so hevði tað rokkið til pláss í finaluni. Silvurvinnaratíðin hjá Páli í Berlin er sum nevnt 7:48.49, har polski Wojdak nú svam 7:48.95 og norski Christiansen 7:49.70. Besta tíð hjá Páli nakrantíð, er 7:45.55, frá HM í Shanghai í 2011.

Uppgávan hjá Páli er nú at seta seg upp til innleiðandi riðlarnar í 1500 metra frísvimjing, sum verða leygarmorgunin 8. august. Og har er fremsta uppgáva at royna at verða millum 8 teir skjótastu, til at koma í finaluna, og til at tryggja sær pláss á danska OL-landsliðnum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.