Alvi 2:08.98 í 200 blandað á HM 2015

Alvi Hjelm royndi seg í morgun í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hendan grein varð svomin á HeimsMeistarastevnuni 2015 í Kazan í Russlandi.

Og tað gekk bara heilt gott – Alvi megnaði at betra nógv um sítt persónliga met, við at svimja 2:08.98 nú í mun til hansara til nú bestu tíð á 2:10.81 frá Danish Open í mars mánaða.

Untitled

Magnus Jákupsson eigur enn føroyska metið á 2:06.92, frá donsku meistarastevnuni á langgeil í 2012. Men Alvi hevur tikið eitt stórt stig tann vegin, og er nú næstskjótasti føroyingur nakrantíð í greinini.

Føroyski styrkilistin sæst her á SwimRankings

Úrslitalistin frá í morgun sæst her á Omega Timing

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.