“Føroyar í øðini í Kazan”

Góðu tit øll,

Flestu av tykkum hava óivað longu lisið hesa grein á TV2 Sporten, við yvirskrift “Nordatlantisk drama i Kazan: Færøerne raser mod FINA”

http://sporten.tv2.dk/svoemning/2015-08-10-nordatlantisk-drama-i-kazan-faeroeerne-raser-mod-fina

Hendan grein er ikki serliga rættvísandi, í mun til tað sum veruliga hendi við dómaraborðið í Kazan, eftir at Sun Yang valdi ikki at svimja HM-finalu í 1500 metrar frí.



Tað sum hendi, var at eg royndi at handa inn eitt formligt mótmæli, sum varð avvíst tí at tíðarfreistin á 30 minuttir var farin.

Eg havi djúpastu virðing fyri Søren Korbo, skrivara hjá teknisku nevnd FINA, sum ‘the grand old man’ í døming á altjóða LEN og FINA stevnum, og sum ein føroyavinur ið ofta hevur verið okkum til stóra hjálp.

Mín fyrsta reaktión til greinina var tí eisini at fáa fatur á honum, til at tryggja mær at eingin illstøða er ímillum okkum báðar. Og tað meti meg kunna siga, at tað er tað ikki.

Korbo hevði sum stevnuleiðari evsta myndugleika á hesum HM, og eg kundi tí ikki annað enn góðtaka har í Kazan, at hann valdi at avvísa mótmælið tí at freistin var farin.

Her verður einki eftirspæl, um fólk fyristilla sær at vit skulu fara at senda eina formliga kæru ella líknandi. Og sum eg skilji á Korbo, so er heldur eingin fráboðan skrivað um meg til FINA, út yvir at eg royndi at handa inn eitt mótmæli, sum varð avvíst tí at freistin var farin.

Eg ætli mær enn at skriva til FINA, til at greiða frá hvussu tungt og óheppið tað varð fyri okkum og Pál, at hann ikki slapp at svimja í HM-finaluni, og um møguligt fáa eina frágreiðing. Tað er hetta skriv sum eg havi tosað um, við Útvarp Føroya og onnur.

Um nakar ivast, so er yvirskriftin her “Føroyar í øðini í Kazan” ikki meint bókstaviliga. Eg haldi sjálvur at Korbo og eg fingu avgreitt hetta uppá ein hóskandi hátt, um enn at vit í hesum føri vóru mótpartar.

Við svimjikvøðu

Rókur í Jákupsstovu
Formaður
Svimjisamband Føroya

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.