Ægir skipaði aftur í ár fyri svimjing um vánna í Klaksvík, sum partur av tiltakinum Føroya Sjómannadagur, leygardagin 22. august 2015. Tey vóru ikki so nógv sum svumu hesu ferð, men hinvegin vóru tey tvey sum vístu okkum at tað eisini kann gerast uttan vátdrakt.
Fyrst um Vánna var Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, og beint í hølunum á henni Jon Hestoy, fyrrverandi formaður í Svimjisambandi Føroya og íðin masterssvimjari í Havnar Svimjifelag.
Tey bæði vunnu kappingina fyri ávikavíst kvinnur undir 25 og menn yvir 25 ár, og síðani komu hini kropp á kroppi, so at Bartal Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag gjørdist vinnari hjá monnum undir 25 ár, og Bára Joensen úr Ægir vinnari hjá kvinnum yvir 25 ár.
Sum nakað óvanligt í dag høvdu Eyðun Húsgarð og Malena Iversen valt at svimja ‘old school’ í vanligum svimjiklæðum, heldur enn í vátdrakt, og komu tey bæði eisini yvirum í øllum góðum.
Úrslit frá Svimjingini um Vánna 2015
Kvinnur undir 25 ár
- Lív E. Eidesgaard 3:46
Kvinnur yvir 25 ár
- Bára Joensen 9:10
- Malena Iversen 10:05
Menn undir 25 ár
- Bartal Eidesgaard 4:41
Menn yvir 25 ár
- Jon Hestoy 3:49
- Erling Eidesgaard 4:28
- Eyðun Húsgarð 4:39