Sára og Vár til HMJ í Singapore

Nú týsdagin 25. august byrjar HeimsMeistarastevnan fyri Juniorar 2015, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag fara at royna seg á serliga teimum longru teinunum, í sterku kappingini har vónirnar fyrst og fremst eru at kunna seta føroysk met.

Untitled

(Vár og Sára í Singapore. Jón Bjarnason eigur myndina)

Ferðaliðið fór í Føroyum longu mánadagin, serliga tí at tíðarmunurin er so stórur millum her og Singapore. Sum tummilfingurregla verður sagt at tú mást hava ein dag fyri hvønn klokkutíma, til at fáa ‘jet lag’ burtur; og nú tíðarmunurin er einar 7 tímar millum her og har, so krevur tað umleið eina viku.

Sára og Vár eru millum yngstu svimjarar á stevnuni, har junioraldurin hjá FINA er tær sum fylla 14 til 17 ár í kalendaraárinum. Munurin er tí náttúrliga eisini sera stórur millum tær yngstu og tær elstu, og kunnu vit tí ikki vænta okkum heiðursmerki á stevnuni. Men við tað at tær báðar longu fleiri ferðir hava sett føroysk met, eisini í opna bólkinum, so kunnu vit væl tilláta okkum at seta nøsina upp ímóti einum ella fleiri av teimum.

Startlistarnir síggjast nú her á omegatiming.com, har føroyska luttøkan er:

Týsdagin 25. august

Mikudagin 26. august

  • Sára og Vár 800 frí kl 11:39 (04:39 í Føroyum)

Hósdagin 27. august

  • Sára 200 rygg kl 10:46 (03:46 í Føroyum)

Fríggjadagin 28. august

Leygardagin 29. august

  • Vár 1500 frí kl 11:35 (04:35 í Føroyum)

Sunnudagin 30. august

  • Sára 200 frí kl 10:59 (03:59 í Føroyum)

Við Sáru og Vár eru Anna Eidesgaard sum ferðaleiðari og Jón Bjarnason sum venjari.

Untitled

(Ferðaliðið í Singapore. Frá vinstru Anna Eidesgaard, Vár Eidesgaard, Sára Nysted og Jón Bjarnason. Jón Bjarnason eigur myndina)

Viðkomandi heimasíður

Stevnusíða hjá FINA
Offisiell heimasíða
Úrslit á OmegaTiming

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.