Jon Hestoy fer komandi leygardag hin 29. august at døma havsvimjing í Makedónia, sum umboð fyri teknisku Open Water nevnd FINA. Talan er um eina 33 kilometra langa kapping, millum kleystrið Saint Naum og býin Ohrid, á Ohrid vatninum á markinum millum Albania og Makedónia. Jon luttók eisini í fjør, tá sum trygdarumboð hjá FINA.