FINA reinsar Sun Yang fyri atferð hansara í Kazan

FINA stjórin Cornel Marculescu hevur nú sambært Reuters, at tað ikki fer at fáa fylgjur fyri Sun Yang, at har var ein illstøða í upphitingarhylinum síðsta dag á HM, og at Sun Yang síðani lat verða við at møta til finaluna í 1500 metra frísvimjing.

Untitled

Marculescu sigur um støðuna har Sun Yang varð ákærdur fyri at royna at sparka og sláa eina gentu úr Brasil, at “in Kazan, we have over 1,000 swimmers, so the preparation pool became very crowded”. Og at tey tí í framtíðini ætla at hava tveir upphitingarhyljar.

Og síðani skal hann hava sagt um hendingina tá ið Sun Yang ikki møtti til start, at:
“We discussed it with the (Chinese) delegation and the federation and finally with him and he said it was some health problem.”

“His coach was also debating with him, a little bit stronger, to make him swim but he said he can’t.

“He’s a great star, he’s a great swimmer. But with the young people, you never know.”

Úttalilsini hjá Marculescu eru av góðum grundum longu illa upptikin, til dømis á heimasíðuni SwimVortex, sum ítróttarjournalisturin Craig Lord stendur fyri.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.