Innbjóðing til Nordic Open Masters í Tórshavn 2. og 3. oktober 2015

Frá fyriskiparunum

Fyrsta vikuskiftið í oktober verður Opna Norðurlendska Meistarastevnan, í svimjihylinum í Gundadali.

Hetta er møguleikin hjá øllum føroyskum svimjarum eldri enn 25 ár, at fáa roynt seg í kapping. Aldursbýtið er sambært FINA reglunum bólkur A 25-29 ár, B 30-34ár og so frameftir. Aldurin hjá svimjarinum er pr. 31. desember í kappingarárinum.

Øll hava møguleika fyri at vera við.

Stevnan byrjar fríggjadag seinnapart kl. 17:30 og heldur fram leygarmorgun kl. 08:30 og so aftur leygardag seinnapart kl. 15:00. Upphiting er 1,5 tíma áðrenn stevnubyrjan.

Sum allar rættar mastersstevnur, so endar NOM 2015 við veitslu á Skúlaheiminum í Marknagili leygarkvøldið. Tíðspunktið kemur seinni, tá vit kenna endaliga luttakaratalið.

Tilmeldingarnar frá hinum norðanlondum er góð og vænta vit umleið 200 útlendskar svimjarar.

Kostnaðurin fyri luttøku er 75,00 kr fyri hvønn einstaklingakapping og 150,00 kr fyri hvørja liðsvimjing.

Veitslan leygarkvøldið kostar 350,00 kr fyri hvønn. Eisini er møguleiki at fáa mat fríggjakvøld og leygardag á døgurða tá kostar máltíð og veitsla 550,00 kr.

Tit, ið ikki fara at svimja eru vælkomin at hjálpa til á annan hátt.

Tit kunnu finna fleiri upplýsingar og melda til á www.nom2015.org.

Um tit ivast í nøkrum so skrivið til nom2015@nom2015.org.

Kappingarskráin er hendan:

Session 1, 17:30 Friday October 2

  1. 400m free Men
  2. 400m free Women
  3. 50m fly Men
  4. 50m fly Women
  5. 100m breast Men
  6. 100m breast Women
  7. 100m back Men
  8. 100m back Women
  9. 200m free Men
  10. 200m free Women
  11. 4 x 50m free Relay Men
  12. 4 x 50m free Relay Women

Session 2, 08:30 Saturday October 3

  1. 100m free Women
  2. 100m free Men
  3. 100m fly Women
  4. 100m fly Men
  5. 50m breast Women
  6. 50m breast Men
  7. 1500m Men
  8. 200m back Women
  9. 200m back Men
  10. 4 x 50m medley Relay Women
  11. 4 x 50m medley Relay Men

Session 3, 15:00 Saturday October 3

  1. 4 x 50m Medley Mixed
  2. 200m medley Men
  3. 200m medley Women
  4. 1500m free Women
  5. 50m back Men
  6. 50m back Women
  7. 50m free Men
  8. 50m free Women
  9. 4x 50m free Mixed

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.