Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri sonevndum kalendarafundi, har høvuðsevnið var áseting av kalendaranum fyri svimjiárið 2015-2016, og umrøða av møguligum nýggjum bólkabýti.
Tað var ein góður og í heilum rættiliga lívligur fundur, har umboð úr øllum føroyskum svimjifeløgum og úr starvsnevnd SSF skiftu orð um hetta ymiska.
Nýggi svimjikalendarin sæst her á ssf.fo, har við millum annað síggja at fyrsta FM á langgeil eftir ætlan verður í Vági hin 11. til 13. mars.
Serliga meistarastevnurnar vóru truplar at leggja, nú FM á langgeil er komið afturat, og eftirsum at feløgini ikki eru samd um hvussu vítt svimjikalendarin eigur at leingjast.
Tað kom tí eisini til atkvøðugreiðslu, um FM á stuttgeil 2016 skuldi vera 5. – 6. mai, har Kristi Himmalsfaradagur er 5. mai, ella um FM skuldi flytast til fyrsta vikuskifti í summarferiuni.
Tað bleiv tað fyrra sum vann á hesum sinni, men varð tað eisini avgjørt at taka næsta kalendarafund longu hin 19. desember í ár, til at umrøða somu viðurskifti fyri svimjiárið 2016-2017.
Ein onnur stór avgerð var at broyta bólkabýtið, frá verandi har juniorbólkarnir eru gentur 15-16 ár og dreingir 17-18 ár, til eitt sum minnir meira um tað hjá FINA, sum evropeiska svimjisambandið LEN og norðurlendska svimjisambandið NSF eisini eru í ferð við at broyta til.
Nýggja bólkabýtið verður
Bólkur | Gentur | Dreingir |
---|---|---|
Junior eldri | 16-17 ár | 17-18 ár |
Junior yngri | 14-15 ár | 15-16 ár |
B4 | 12-13 ár | 13-14 ár |
B3 | 10-11 ár | 11-12 ár |
B2 | 8-9 ár | 9-10 ár |
B1 | 7 ár og yngri | 8 ár og yngri |
Ein onnur áhugaverd broyting, var at árliga JuniorMeistarastevnan (JM) nú verður avgreitt á somu stevnu sum Meistarastevnan fyri Ung (MU), heldur enn sum partur av innleiðandi riðlunum á FM á stuttgeil. JM/MU er sostatt nú meistarastevna fyri svimjarar upp til gentur 17 ár og dreingir 18 ár, býtt upp í 6 aldursbólkar.
Nógvir áhugaverdir tankar komu upp á fundinum, so sum at skipa fyri deildum í eldru aldursbólkunum, og at flyta FM á stuttgeil til í desember. Her og nú varð niðurstøðan tó so ella so, at nóg nógv varð broytt í hesi umbering, við nýggja langhylinum og nýggjum aldursbólkum.
Fyrsta kapping í hesum svimjiári verður ein svimjistevna til tey yngstu í 16m-hyli sum Havnar Svimjifelag fer at skipa fyri á Argjum um einar 14 dagar, leygardagin hin 19. september.