Danska svimjisambandið hevur nú kunngjørt startlistan til donsku meistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Gladsaxe frá 26. til 29. november 2015. Magnus Jákupsson verður styrkismettur til at taka 2 gull, 1 silvur og 1 bronsu, meðan Frans Johannesen verður styrkismettur til at taka eina bronsu.
Luttøka hjá Magnusi og Frans á DMK 2015
Kapping 4 – Menn 100 rygg
Magnus Jákupsson (1994), Farum – nr 1 av 43
Kapping 6 – Menn 400 frí
Frans Johannesen (1992), Esbjerg 3:52.18 – nr 3 av 66
Kapping 8 – Menn 50 frí
Magnus Jákupsson (1994), Farum – nr 4 av 80
Kapping 17 – Menn 50 firvald
Magnus Jákupsson (1994), Farum – nr 2 av 69
Kapping 21 – Menn 50 rygg
Magnus Jákupsson (1994), Farum – nr 1 av 42
Kapping 23 – Menn 200 frí
Frans Johannesen (1992), Esbjerg 1:48.12 – nr 7 av 90
Kapping 29 – Menn 100 frí
Magnus Jákupsson (1994), Farum – nr 6 av 85
Kapping 31 – Menn 50 bringu
Frans Johannesen (1992), Esbjerg 28.18 – nr 6 av 51
Kapping 41 – Menn 100 firvald
Magnus Jákupsson (1994), Farum – nr 3 av 82
Frans Johannesen (1992), Esbjerg 56.88 – nr 23 av 82
Annars sær tað út til at eingin føroyskur svimjari luttekur, um vit hugsa um tey sum umboða SSF og Føroyar her heima og í altjóða kapping.
Tilfar um DMK 2015 finst her á svoem.org