Svimjisamband Føroya skipaði í gjárkvøldið fyri lívbjargingarroynd í Fuglafirði, har 2 fólk frá Fuglafjarðar Kommunu og 4 frá Fuglafjarðar Svimjifelag fingu dagført síni lívbjargingarprógv.
Hetta sum fyrsta royndarumfar av tveimum, har farið verður norður aftur mikukvøldið.
Lívbjargingardómarar vóru Rúni Gaardbo og Sørin S. Djurhuus.
Sørin S. Djurhuus eigur myndirnar.