Pál Joensen vann sær fyri løtu síðani enn eitt altjóða heiðursmerki, tá ið hann á World Cup stevnuni í Dubai svam 15:08.90 í 1500 metra frísvimjing, og harvið vann bronsu aftanfyri tjekkiska Jan Micka og ukrainska Mikhailo Romanchuk. Sí úrslitalistan her.
Tað var annars bretski Stephen Milne sum legði harðast út, við ukrainska Sergii Frolov í hølunum, so mikið yvirbevísandi at Pál hevði ringt við at fylgja við. Tjekkiski Jan Micka var eisini uppi í leikinum, umframt ukrainski Romanchuk.
Aftaná 300 metrar tók tjekkin yvir, og førdi á Milne og Romanchuk frammanfyri restini, har Romanchuk hevði fyrimunin av at liggja undir liðini á Micka. Pál lá rættiliga støðugt við øklarnar á Milne, umleið 1 sekund aftanfyri á klokkuni.
Micka koyrdi virkuliga á, og splittaði lítið yvir 1 minutt per 100 metrar, so at eisini Romanchuk so smátt mátti sleppa. Við 700 metrum var tað tí rættiliga greitt Micka fremst, Romanchuk næstfremst og síðani Milne, Frolov og Joensen.
Men so kom Pál so smátt upp í leikin aftur, soleiðis at hann lá á triðjaplássi við 750 metrum. Við 800 metrum var hann 3.88 sekund aftanfyri Romanchuk, og so nakað meira aftanfyri Micka.
Við 900 metrum var javnt millum Romanchuk og Micka, so mikið at Romanchuk akkurát kom framum Micka. Pál var væl í gongd við at fara frá Milne, og Frolov lá so onkunstaðni har ímillum teir báðar, hinumegin Milne.
Romanchuk og Micka koyrdi á við sínari holmgongu, eini 3.9 sekund frammanfyri Pál og restini. Við 1100 metrum var Pál rættiliga greitt á triðja pláss, tó enn við risiko fyri at hinir kundu fáa hann aftur við einum góðum endaspurti. Og støðan var nøkulunda tann sama aftaná 1200 metrar eisini.
Og hetta varð so støðan, bara greiðari og greiðari fyri hvørja longd. Micka og Romanchuk greitt fremst, Pál greitt nr 3 og Frolov og Milne so nakað aftanfyri aftur. Pál fekk faktiskt teir báðar fremstu eitt sindur aftur millum 1300 og 1400 metrar, áðrenn endaspurturin byrjaði. Og sjálvan endaspurtin vann so hesin Jan Micka.
Tíðin 15:08.90 hjá Páli er sjálvsagt enn meira undir A-kravtíðina hjá FINA til Olympisku Leikir í Rio, enn teir 15:13.69 sum hann svam í Doha, týsdagin. Danir hava so aftur ásett sær eina enn harðari OL-kravtíð á 15:07.53, sum Pál er einasti svimjari í ríkisfelagsskapinum ið hevur klárað, frá tá ið hann á HM í Kazan svam 14:58.52